Søgan

Teksturin niðanfyri er skrivaður av Jóan Paula Jacobsen, og varð lagdur út á www.bolt.fo í februar 2020.

 

ÍF ella FÍ?

Fuglafjarðar Ítróttarfelag ella Ítróttarfelag Fuglafjarðar, Camp Nou ella Nou Camp? Í latíni, íslendskum ella týskum er vanligt, at hvørsfalsbenda liðið stendur aftanfyri, men hetta hevur ikki verið góður siður sambært føroyskari mállæru. Tó er lítið at ivast í, at ÍF ljóðar betri, eins og B36 (B35), B68 (B62) og B71 (B70).

ÍF – fótbóltur

Fyrr dekkaði ÍF yvir fleiri ítróttagreinar, og fleiri munnu eisini kenna ÍF aftur frá kappróðri, hondbólti og ikki minst flogbólti, men í dag eru hesi feløg sjálvvirkandi, t.v.s. at ÍF – fótbóltur umfatar bert fótbóltsspæl. Hinvegin hoyrir hondbóltur kortini undir sama felag, men hondbóltsspæl í Fuglafirði er í løtuni niðurlagt.

Fuglfirðingar spælt fótbólt í stórthundrað ár

Síðani aldarskiftið 1900 plagdu fuglfirðingar at leika fótbólt niðri á sandinum, sum tá var stórur og slættur, enntá spældu teir oman og niðan. Vanliga plagdu teir at spæla ímóti Eiði, Leirvík og Gøtu. Av og á vóru røddir frammi um at fáa annan leikvøll, tí sum nú var, kundi bert leikast, tá ið fjøra var í sjónum, og mangan var flóðin til bága fyri mangan dystin. Í 1920-árunum varð talað um at gera leikvøll úti undir Ryggi á Kambsdali. Fyrst í 1930-árunum var sett á at grava á Bjarnafløtuni og miðskeiðis í 1930-árunum varð sett á at grava á Oyruni vestur í Dal, men onki av hesum arbeiðnum kom longur enn til eina byrjan og varð so steðgað.

Avgjørdu at gera leikvøll í Fløtugerði

Tá er tað, at menn fara at tala um at fáa gjørt leikvøll í Fløtugerði. Tann 15. november 1940 verður tann fyrsti jarðarteigur keyptur í Fløtugerði. So skjótt felagið fekk samlað nakað av peningi, keyptu teir so mikið til víddar, at fótbóltsvøllur kundi gerast. Ein leikvallarnevnd varð vald, og skuldi hon hava bygging av vøllinum undir hond. Í nevnd ÍSFs sótu tá Herluf Berthelsen, Olbert Eliasen, Sofus Eliasen, Pól J. Hansen og Esmar Jacobsen. Søkt varð um studning frá Fuglafjarðar kommunu og løgtinginum. Kommunan veitti fyrsta árið 1944 4.800 kr. í studningi, og varð hesin peningur nýttur til byggingina. 1945 fekk felagið 4000 kr. í studningi frá kommununi. 1946 veitti løgtingið 1000 kr. í studningi og kommunan 2.200 kr. Ungdómurin framførdi sjónleikir og væl av peningi kom inn. Soleiðis varð hildið fram á hvørjum ári. Nú var farið undir sjálva byggingina. Hetta bleiv eitt stórt og drúgt arbeiðið. Steðgur kom í fleiri ferðir av ymiskum orsøkum, men so seint sum árið 1956 varð vøllurin tikin í nýtslu.

ÍF verður stovnað

Undan 1946 varð øll ítróttin, ið varð íðkað í Fuglafirði fyriskipað av einum ungmannafelagi, men 25. mars 1946 komu menn ásamt um at seta á stovn Ítróttarfelag Fuglafjarðar. Gerðabøkur felagsins siga ikki hvørjir stovnararnir vóru, men roknast má við, at Martin Johannesen, Sofus Eliassen, Poul Jacob Hansen, Obert Eliassen og Herluf Berthelsen, sum myndaðu fyrstu stjórnina, taldust millum teirra.

ÍF undangongufelag í Eysturoynni

Fótbóltsspælið í Eysturoynni fekk ordiliga fastatøkur, tá ið ÍF tók av avbjóðingini at spæla við í bestu deildini hjá monnum. Í 1970 varð avgjørt at víðka landskappingina í fótbólti til seks lið. ÍF, sum gjørdist nr. 2 í meðaldeildini bæði í 1969 og 1970, helt seg framat, tá SÍF ikki tók av.

 

Sam Jacobsen fyrsti landsliðsleikari

Fjøllistamaðurin Sam Jacobsen gjørdist tann 12. juli 1972 tann fyrsti landsliðsleikarin hjá ÍF, tá ið hann spældi ímóti íslendska A-landsliðnum í Reykjavík. Føroyar tapti 0-3 og tað var samstundis einasti landsdystur hjá Sam. Sam spældi framherji og stendur skrásettur fyri 32 mál í 91 dystum í bestu deildini. Onnur kunnu kenna navnið aftur úr tónleikabólkinum Silly Boys.

 

Íslendingur slóðar fyri

Um mánaðarskiftið februar-mars 1974 kom íslendski venjarin, Ørn Eyólvsson, til Føroya. Árið eftir koppaði ÍF longu í fyrsta dystinum í kappingini steypavinnaranum árið fyri, VB, suðuri í Vági. Henda frálíka byrjanin tryggjaði fuglfirðingum sætið í finaluni. Finalan varð leikt yvir tveir dystir, men ÍF snávaði á heimavølli við einum 2-5 tapi fyri HB. Á útivølli javnaði ÍF, so HB fór avstað við Ísafjarðarsúluni í 1975. Í landskappingini gekk verri, tí ÍF endaði aftast og burdi verið flutt niður. Men Ørn Eyjólfsson vandi eisini unglingaliðið hjá ÍF í 1975, og teir vunnu føroyameistaraheitið. Fyrsta FM í søgu felagsins. Harumframt legði Ørn lunnar undir fótbóltsspælið í Gøtu.

 

Fyrstu tekin

TB vann meistaraheitið í 1977, men í 10. umfari 4. september kyknaði spenningurin av nýggjum. Henda dagin koppaði ÍF TB í Fuglafirði. Dave Jones legði heimaliðið framum tíðliga í dystinum, men John Rødgård javnaði stutt eftir til 1-1. Fuglfirðingar fáa tó sigursmálið í seinna hálvleiki, tá Sonni Jensen skoraði til 2-1. Dave Jones gjørdist eisini toppskjútti í 1977. Árið eftir var ÍF í hálvfinaluni í steypakappingini, tá ið ÍF tapti 6-5 til TB eftir longda leiktíð.

 

1979 – ÍF – frá botni upp á tindin

ÍF, sum var fyrsta felag á oynni, ið bjóðaði seg fram í meistaradeildini, vann nú sum fyrsta eysturoyarfelag føroyameistaraheitið. Óivað hava fuglfirðingar við hesum sigri slóðað fyri einum frambroti fyri fótbóltin í oynni og veitt hinum feløgunum trúnna á, at við áræði og treysti er onki ómøguligt.

ÍF hevði eitt framúrskarandi kappingarár. Teir vóru ósigraðir í kappingini, vunnu ellivu dystir og spældu tríggjar javnar – útidystirnar móti TB, VB og B36 – og fingu 25 stig av 28 møguligum. Bara eitt stig var á muni, tá ið avtornaði. Lykladystirnir ímóti kappingarneytunum av Tvøroyri góvu 3 stig av 4 møguligum.

Til Fuglafjarðar kom 23-ára gamli sviin, Ronny Gunnarsson. Ronny Gunnarsson kravdi nógv av sínum spælarum, venjingin var hørð og umfatandi, og spælararnir sannaðu sum frá leið, at venjingarstøðan hevði ongantíð verið so góð sum nú.

 

Føroyameistarar – uttan heimavøll

Fyritreytirnar hjá ÍF at venja og fáa fullgóðan fyrimun av heimadystunum vóru alt annað enn góðar, tí arbeitt varð um somu tíð við at breiðka og leingja vøllin í Fuglafirði. Talan var um at breiðka vøllin um 13 metrar og leingja vøllin 5-6 metrar. Verkætlanin varð í 1977 mett til góða ½ millión. Fuglfirðingar koyrdu tí inn á Skála at venja hvørt kvøld, og heimadystirnir vórðu tí spældir í Gøtu. Vøllurin í Fløtugerði stóð ikki liðugur fyrr enn á ólavsøku, og tá hevði ÍF bara tríggjar heimadystir eftir. Men talan var um heimadystir móti bæði TB og HB.

 

Víðkaði vøllurin tikin í nýtslu

12. august var dagur í viku í Fuglafirði. Henda dagin skuldi nýggi, víðkaði vøllurin í Fløtugerði takast í nýtslu. Og tað var vorðið sum dystur, ið spælast skuldi: ÍF móti TB – kanska avgerandi dysturin um meistaraheitið. Veðurgudarnir vóru kortini ikki blíðir, tí tað oysti niður allan dystin. Men fótbóltsfepurin hevði nú fingið fastatøkur á fuglfirðingum, sum tí komu mannsterkir til dystin. Ikki færri enn 1.500 gjaldandi áskoðarar stúgvaðust kring vøllin í Fløtugerði hendan illfýsna dagin – óivað áskoðaramet í Fuglafirði. ÍF vann dystin 3-1.

 

30. september 1979

30. september 1979 var ein serstakur dagur í Fuglafirði. Vann ÍF á B36 í seinasta leikumfari í landskappingini, gjørdist ÍF føroyameistari. Fótbóltsfepurin hevði herjað um alla bygdina sum ein onnur sótt alla vikuna. Tvær reisir legði ÍF seg á odda í fyrra hálvleiki, men B36 gav oddaliðnum dygga mótstøðu, og var nakrar ferðir um reppið at javna til 2-2. Hjartaslátturin í Fuglafirði mundi harðna nakað, tá ið Leo Poulsen miðskeiðis í seinna hálvleiki skallaði bóltin á tvørstongina hjá ÍF.

Men tíggju minuttir fyri leiklok lætnaði trýstið frá hjartanum á øllum fuglfirðingum. Tá eydnaðist Meinhardi Dalbúð at økja upp í 3-1 við góðum máli. Fagnaður í Fuglafirði. Løtu seinni bríkslaði dómarin dystin av. ÍF var føroyameistari. Áskoðarar í hundrað tali tustu inn á vøllin. Rakettir í alskyns litum vórðu sendar upp í loft og brustu fagurt um alla bygdina. Fuglafjarðar Hornorkestur setti á ein sigursmarsj.

Christian Olsen, formaðurin í nýstovnaða Fótbóltssambandi Føroya, steig út á vøllin at handa ÍF FM-steypið í varðveitslu.

Liðið varð sett saman av teimum bestu av unglingunum, sum vunnu føroyameistarheitið í 1975, og teimum bestu av teimum, sum høvdu spælt á 1. liði øll árini.

 

ÍF bjóðað seg fram viðhvørt

ÍF hevur viðhvørt spælt við millum tey fremstu, men ikki við sama úrslitið sum FM 1979. Umframt áðurnevndu steypafinalu í 1975, so hevur ÍF eisini spælt steypafinalu í 1982, 1987 (sum 2. deildarlið), 2005, 2010 og 2011, men enn hevur ikki eydnast at vunnið nakra steypafinalu.

Í 2010 gjørdist ÍF nummar 2 í steypakappingini og nummar 4 í Effodeildini, (sum tá nevndist Vodafonedeildin), og vann sær harvið atgongd út í Europa at spæla, fyri fyrstu ferð. KR Reykjavík var tó ein alt ov stórur biti.

Bæði í 2012 og 2013 endaði ÍF nr. 2 í landskappingini, men síðani hevur verið soltið við góðum úrslitum og heilt galið gekk í 2019, men ÍF hevur roynt at brynjað seg til komandi kappingarár við spennandi venjingarlegu í Turkalandi.

 

Keldur:
Árni Dahl: Úr Føroya Ítróttarsøgu, 1974

Suni Merkistein: Teir kundu væl listir og leikir – ein føroysk fótbóltssøga (1960-1979). Bind 2

faroesoccer.com

tidarrit.fo