Tag: fyrstalið

Høgni Madsen aftur í reyðum

Tað er ikki sørt, at ÍF fjepparar hava nógv at frøast um fyri tíðina. Annan dagin á rað, kunnu vit kunngera, at fyrrverandi landsliðsleikari hevur skrivað undir 2-ára sáttmála við okkum. Í gjár var talan um Karl Løkin, meðan vit í dag hava sikrað okkum undirskriftina hjá Høgna Madsen.

Kambsdalsbúgvin spældi seinast við ÍF í 2013, tá vit tryggjaðu okkum silvurið í landskappingini annað árið á rað. Síðani tað hevur Høgni verið og roynt seg ymsastaðni – bæði í Føroyum og uttanlanda. Seinastu tvey árini hevur Høgni spælt í Íslandi, har hann hevur spælt við Fram (2017) og Thróttur Vogar (2018).

Vit kenna Høgna best sum ein hartkempandi miðvallara, men seinastu árini hevur Høgni eisini verið nógv brúktur sum miðverji.

Sambært FaroeSoccer hevur Høgni spælt 268 dystir í bestu føroysku deildini, og skotið 14 mál.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Høgna hjartaliga vælafturkomnan til felagið.