Aftur landsliðsboð eftir tveimum ÍF’arum!

Christian Høgni Jacobsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal umboða U17-landsliðið á venjingarlegu í Spania 24. – 27. septembur. Venjingarlegan er fyrireiking til EM undankappingina, sum verður í Kypros í oktobur. Tveir ÍF’arar eru við Filip Jovevic og Jayden S. Joensen, sum báðir hava spælt á sama liði síðani teir vóru smáir, eru úttiknir. Hjartaliga […]
Brøðurnir á Lakjuni halda fram

Markus og Jógvan á Lakjuni halda báðir fram í reyðu ÍF-blusuni og verða sostatt framvegis ein partur av hópinum komandi árini. Markus hevur longt sáttmálan í eitt ár, meðan Jógvan hevur longt sáttmálan í tvey ár. Ungu og evnaríku brøðurnir hava longu fingið fleiri royndir við besta liðnum hjá ÍF. Markus hevur leikt 59 dystir […]
Ruben 2027 og 2028!

Ruben Møller Nielsen hevur í kvøld longt sáttmálan við ÍF í tvey ár. Sterki miðvallarin kom til ÍF í 2023 og hevur síðani verið ein týdningarmikil partur av liðnum. Fryntligi danskarin hevur ikki bara víst síni góðu evni á vøllinum, men er eisini vorðin ein væl umtóktur partur av felagsskapinum. Ruben hevur higartil leikt 77 […]
Kvinnurnar vunnu í kvøld

Kvinnurnar vunnu 3-2 í kvøld móti 07 Vestur Sostatt er fyrsti dystur á nýggja graslíkinum vunnin. Til lukku, kvinnur! Koyrið á víðari
Vit takka Víkingi

Vit takka Víkingi fyri teirra vælvild, nú vit hava fingið loyvi at lána teirra vallir til venjingar og heimadystir, meðan vallarskiftið her í Fuglafirði er farið fram Stóra tøkk fyri gott samstarv og góða hjálp!
Jógvan í Lon farin

Miðjan Juli andaðist landskendi málfrøðingurin, Jógvan í Lon Jacobsen, sum fuglfirðingar best kenna sum ein gjógvarádrong. Vit hava funnið fram úr leikskránni frá 2007, tá hann svarar nøkrum spurningum
Aðalfundur

Boðað verður til aðalfund. ÍF fótbóltur hevur aðalfund mikukvøldið 26. aug. kl. 19.00 í ÍF-húsinum. Skrá sambært viðtøkum felagsins: 1. Val av fundarstjóra 2. Val av skrivara 3. Val av starvsnevnd við tiltakslimum 4. Val av ungdómsnevnd við tiltakslimum 5. Ymiskt Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í seinasta […]
3 STIG og enn ein ungur maður DEBUT!

Vit fegnast um, at okkara menn koma heim við 3 stigum í dag Eisini fegnast vit almikið, tá ungir menn fáa møguleikan. Í dag fekk Jóhannus Eli sínar fyrstu minuttir á besta liðnum Hjartaliga til lukku við tí, og bestu eydnu framyvir 0-1 Atli D. Petersen 0-2 Mikkel Elbæk Jakobsen 0-3 Bogi á Reynatrøð Fantastiskt! […]
So vóru aftur landsliðsboð til Fuglafjarðar

Jákup Mortensen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, ið skal umboða Føroyar á WU15 liðnum í sambandi við Baltic Cup í Litava 18. – 26. august 2026. Við í hópinum eru tvær av okkara: Eleonora Emilie Ánike Lambaa og Emma Feilberg Hjartaliga til lukku, tit báðar! Og bestu eydnu Koyrið á
Jens Olsen er reyður!

Beint áðrenn flytingargluggin lat aftur fríggjadagin, skrivaði Jens Olsen undir sáttmála við ÍF og verður partur av hópinum restina av kappingarárinum 2026. Jens er 23 ára gamal og kemur úr B71, har hann hevur spælt higartil í ár. Hann er ein stórur og sterkur miðverji, sum við sínum kropsliga styrki og arbeiðssemi fer at styrkja […]