Vallarskifti

Góðu tit, Sum kunnugt skal graslíkið í Fløtugerði skiftast út! Arbeiðið at taka gamla vøllin av er liðugt og tók 2 dagar, har annar dagurin bleiv heilt langur! Vit fáa ikki lýst við orðum, hvussu takksom vit eru fyri hjálpina, ið vit hava fingið í hesum sambandi! Uml. 30 fólk hava verið og hjálpt til! […]
Varmakeldan 2026

Góðu øll somul, Av hjarta takka vit tykkum mongu, sum vitjaðu okkara tiltøk á Varmakeldu! Takk øll, sum á ein ella annan hátt hjálptu til! Ein stór tøkk til fyriskipararnar, Ørvar og Atla, fyri at skapa eitt gandakent tiltak á sandinum við sjórænarum, sluppum, tyrlu v.m. Eitt serstakliga flott show, sum vit ongantíð fara at […]
!! Maria úttikin til Baltic Cup!!

So vóru landsliðsboð eftir einum av okkara Fannhard A. Skoradal, landsliðsvenjari, hevur kunngjørt hópin, ið skal umboða WU17 landsliðið í sambandi við Baltic Cup í Letlandi 28. juni – 6. juli. Við í hesum hópi er Maria Kristina Eyðunsdóttir Joensen Hjartaliga til lukku, Maria – og bestu eydnu Dystarskrá (lokalar tíðir): 30. juni: Estonia – […]
Bogi á Reynatrøð er ÍF’ari

Arbeiðið at styrkja um hópin hjá besta mansliðnum í felagnum heldur fram, eftir at nakað av frágongd hevur verði fyrstu mánaðirnar av kappingini. Í kvøld kunnu vit gleðast um, at ungi og evnaríki leirvíkingurin, Bogi á Reynatrøð, hevur gjørt avtalu fyri 2026 og 2027, sum inniber, at hann verður at síggja í ÍF búna Bogi […]
Steffan er reyður

Tað er góður hýrur í ÍF húsinum, eftir at vit í kvøld hava gjørt avtalu við Steffan A. Løkin. Avtalan inniber, at bóltsnillingurin úr Runavík verður ÍF leikari, tá flytingargluggin opnar aftur um tvær vikur, og restina av kappingárinum. Steffan er uppvaksin hjá NSÍ, og hevur eisini umboðað EB/Streym og B68. Nú verður tað í […]
Kvinnurnar flyta upp

Kvinnurnar flyta upp Við einum sigri móti FC Suðuroy, eru okkara kvinnur nú fluttar upp í Meistaradeildina, har tær koma at kappast í niðara bólki! Kvinnurnar vunnu 1-0 í dag. Málið skorðaði Unna Billa !! Hjartaliga til lukku, kvinnur !! Og takk til allar áskoðarar, ið møttu í dag
Beinir Grønagarð til ÍF

Vit hava í kvøld gjørt avtalu, ið ber við sær, at ungi og evnaríki leikarin, Beinir Grønagarð, framyvir verður partur av hópinum hjá besta mansliði okkara. Beinir er 19 ára gamal. Hann hevur slitið sínar barnaskógvar hjá NSÍ, har hann eisini hevur leikt 41 dystir fyri 1. deildarliðið í Runavík. Vit taka væl ímóti Beini, […]
3 STIG og ungur maður DEBUT!

Eingin ivi um, hvør vildi hava 3 stig suðuri á Eiðinum í Vági í dag! Vit góðum stríðsvilja og skilagóðum fótbóltspæli megnaðu okkara menn at vinna á oddaliðnum FC Suðuroy! 0-1 Jógvan á Lakjuni 0-2 Jógvan á Lakjuni 1-2 Salmundur Bech 1-3 Atli D. Petersen 1-4 Ruben M. Nielsen Fantastiskt, dreingir! Harumframt skal nevnast, at […]
Stuðulsrenning

Í dag hava okkara røsku leikarar runnið stuðulsrenning! Hóast vátt í veðrinum, so var lagið framúr gott og øll stríddust líka til tað síðsta 1. deild menn stóðu fyri upphitingini. Aftaná renningina fingu leikarar okkurt søtt undir góman Góðu íðkarar, hjartans tøkk fyri tykkara innsats í dag, bæði við at samla stuðul inn og fyri […]
Stórur dagur í gjár, leygardag!

Filip fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá ÍF Bert 15 ára gamal – hetta er bara byrjanin! Vit eru øll sera errin av tær Tillukku, Filip!