Vit hava í kvøld gjørt avtalu, ið ber við sær, at ungi og evnaríki leikarin, Beinir Grønagarð, framyvir verður partur av hópinum hjá besta mansliði okkara.
Beinir er 19 ára gamal. Hann hevur slitið sínar barnaskógvar hjá NSÍ, har hann eisini hevur leikt 41 dystir fyri 1. deildarliðið í Runavík.
Vit taka væl ímóti Beini, og ynskja honum bestu eydnu saman við okkara monnum.
