Góðu øll somul,

Av hjarta takka vit tykkum mongu, sum vitjaðu okkara tiltøk á Varmakeldu!

Takk øll, sum á ein ella annan hátt hjálptu til!

Ein stór tøkk til fyriskipararnar, Ørvar og Atla, fyri at skapa eitt gandakent tiltak á sandinum við sjórænarum, sluppum, tyrlu v.m. Eitt serstakliga flott show, sum vit ongantíð fara at gloyma.

Takk til øll feløgini, sum luttóku í skrúðgonguni!

Takk øll, sum vitjaðu í Fløtugerði sunnudagin. Ein dagur, sum vit halda eydnaðist heilt væl við rekord nógvum fólkum ❤️ Og takk til Bassa frá Betri Banka, sum vitjaði og bjóðaði bomm og sunkist 🥰

Alt hetta bar til við góðum fíggjarligum stuðli frá lokalum fyritøkum – hetta takka vit av hjarta fyri 👏🏻🤗

Nevndin

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *