Góðu tit,

Sum kunnugt skal graslíkið í Fløtugerði skiftast út!

Arbeiðið at taka gamla vøllin av er liðugt og tók 2 dagar, har annar dagurin bleiv heilt langur!

Vit fáa ikki lýst við orðum, hvussu takksom vit eru fyri hjálpina, ið vit hava fingið í hesum sambandi!

Uml. 30 fólk hava verið og hjálpt til!

Alt er sjálvboðið arbeiðið!

Summi av hesum fólkum hava brúkt 20 tímar uppá 2 dagar – Og arbeiðið hevur verið sera tungt fysiskt!

Onki hendir av sær sjálvum – og tá tungar og stórar uppgávur liggja á fáum hendrum, gerst arbeiðið lættari, tá bæði selskapið og veðrið er gott!

Takk, takk, takk!! 💪👏🏻❤️

Nú vallarskiftið fer fram skulu vit boða frá, at tað er ikki loyvt at vera á økinum! Økið er sera skitið, og undirlagið smittar sera illa og kann oyðileggja klæðir og skógvar!

Fyri at umganga, at ÍF húsið verður ov skitið, er heldur ikki loyvt at uppihalda seg í húsinum í tíðarskeiðnum arbeiðið varir!

GG! Tó kunnu limir í fitness framvegis venja. Vinarliga brúkið hurðina í erva 😄

Vit mæla til, at foreldur/avvarðandi greiða børnunum frá hesum! 🙂

Fleiri myndir av vallarskiftinum kunnu síggjast á Eysturoyarportalinum 😁

Blíðar heilsanir

Nevndin

See less

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *