Atli D. Petersen heldur fram

Vit eru fegin at kunna boða frá, at Atli D. Petersen hevur longt sáttmála við ÍF í 2 ár. Atli kann røkja pláss bæði í miðverjuni og sum vinstri bakkur. Rituvíkingurin kom til Fuglafjarðar at spæla í 2025, og hevur síðani leikt 46 dystir og skorað 7 mál fyri ÍF. Vit gleða okkum til at […]

Eleonora og Emma úttiknar

Eleonora og Emma eru enn einaferð úttiknar Jákup Mortensen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, ið skal umboða Føroyar í UEFA menningarkappingini hjá WU15, sum verður á Malta í døgunum 12. – 20. oktobur. Emma Feilberg og Eleonora Lambaa eru úttiknar! Hjartaliga til lukku – og góða eydnu!

Jens Jóan er við

Jens Jóan Paulason Olsen hevur longt sáttmálan við ÍF við einum ári, og heldur sostatt fram í reyðu ÍF-blusuni til og við kappingarárið 2027. Jens kom til ÍF í seinnu hálvu av 2026, og hevur longu víst seg sum ein stóran og sterkan miðverja. Vit eru sera fegin um, at Jens heldur fram í ÍF

Jákup Andrias longt við ÍF

Jákup Andrias Thomsen hevur longt sáttmálan við ÍF við 2 árum. Gøtumaðurin kom til ÍF í seinnu hálvu av 2024 og hevur síðani verið ein fastur og týdningarmikil partur av besta liðnum. Jákup Andrias er vorðin ein profilur í ÍF-hópinum, og hevur við sínum avrikum víst, at hann hevur ein týðandi leiklut á liðnum. Síðani […]

Tveir ungir menn debut

1 stig og tveir ungir menn debut! Í kvøld fingu enn einaferð teir ungu møguleikan. Hesaferð vóru tað Kári Zachariassen og Jayden S. Joensen, sum fingu debut! Hjartaliga til lukku – og gott kempað, dreingir!

Unna Billa og Maria úttiknar

Landsliðsvenjarin, Fannhard Skoradal hevur sent boð eftir Unnu Billa Toftum Petersen og Mariu Kristinu Eyðunsdóttir Joensen, sum báðar eru úttiknar til føroyska WU17-landsliðið. Liðið skal til Lettlands at spæla EM-undankapping frá 5.–14. oktober 2026. ÍF ynskir Unnu og Mariu hjartaliga til lukku við úttøkuni – og góða eydnu við landsliðnum!

Aftur landsliðsboð eftir tveimum ÍF’arum!

Christian Høgni Jacobsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal umboða U17-landsliðið á venjingarlegu í Spania 24. – 27. septembur. Venjingarlegan er fyrireiking til EM undankappingina, sum verður í Kypros í oktobur. Tveir ÍF’arar eru við Filip Jovevic og Jayden S. Joensen, sum báðir hava spælt á sama liði síðani teir vóru smáir, eru úttiknir. Hjartaliga […]

Jákup er við

Ungi miðvallarin, Jákup í Lambanum, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við ÍF, sum hevur við sær, at hann verður partur av hópinum í 2027. Jákup hevur í ár leikt 20 dystir í 1. deild, og í alt er tað nú blivið til 52 dystir fyri besta liðið hjá ÍF. Tað vermir hjartað, tá ið lokalir […]

Brøðurnir á Lakjuni halda fram

Markus og Jógvan á Lakjuni halda báðir fram í reyðu ÍF-blusuni og verða sostatt framvegis ein partur av hópinum komandi árini. Markus hevur longt sáttmálan í eitt ár, meðan Jógvan hevur longt sáttmálan í tvey ár. Ungu og evnaríku brøðurnir hava longu fingið fleiri royndir við besta liðnum hjá ÍF. Markus hevur leikt 59 dystir […]