GOTT NÝGGJÁR

Góðu ÍF-fjepparar! Við hesi heilsan vilja vit ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár við tøkk fyri brátt farna. Báðar nevndirnar arbeiða við at fyrireika árið 2026. Tað eru nógvir bóltar í luftini í senn, og tað dámar okkum væl. Fyrireikingarnar eru væl áleiðis. Vit ynskja at skapa bestu fortreytir fyri, at børn, ung, vaksin og […]
Ikki ljós á skrivstovuni í kvøld, men…

Vit kunnu í dag avdúka, at vit hava styrkt okkum enn meir um hópin. Vit hava skrivað ein sáttmála, sum er galdandi fyri 2026 og 2027, við danan Mikkel Elbæk Jakobsen. Mikkel hevur royndir úr Føroyum, tí í 2021 spældi hann 34 dystir fyri NSÍ, og seinnu hálvu í 2024 og fyrru hálvu 2025 spældi […]
Enn ein leikari longt

Tað gongur skjótt fyri seg hjá okkum fyri tíðina. Stutt eftir at Hannis og Sveinur skrivaðu undir, var enn ein sáttmáli undirskrivaður. Fyri borðendan sat Jóan Petur Samson Jónsson. Kraftmikli áleyparin, sum kom til okkara í hálvuni, spældi tilsamans 13 dystir fyri ÍF, har av 9 vóru fyri fremsta liði hjá okkum. Jóan Petur hevur […]
So var aftur ljós á skrivstovuni

So var aftur ljós á skrivstovuni! Í meðan nógv helst hvíla seg eftir eitt jólaborðhald í gjárkvøldið, hava vit havt ljós á skrivstovuni í morgun. Tann fyrri sáttmálin, vit hava skrivað, er okkara triði nýggi leikari í ár. Hannis Matras er 25 ára gamal málverji, sum kemur til okkum úr KÍ. Hannis kennir væl til […]
Ein Lakjumaður afturat

Tað er nógv virksemi í ítróttarhúsinum fyri tíðina. Aftur í kvøld var ljós á skrivstovuni, og aftur í kvøld kom ein undirskrift. Markus á Lakjuni, sum tilsamans er skrásettur fyri ikki færri enn 50 dystir í ár, harav 25 fyri okkara fremsta lið, setti sína undirskrift á sáttmála við okkum. Miðvallarin við tí góða bóltførleikanum […]
Jákup er við

Enn ein dagur, enn ein longdur sáttmáli. Jákup í Lambanum er framvegis ein av okkara egnu, sum hevur sett sína undirskrift við ÍF. Verjukendi miðvallarin, sum eisini kann røkja miðverjuplássið, hevur í ár fingið spælitíð í 17 av dystunum í 1. deild hjá monnum, umframt at hann hevur verið millum teir ídnastu á U21 liðnum […]
Systkinabørnini við aftur

Aftur ljós á kontórinum… Teir eru okkara egnu, teir eru vinstra beintir, teir hava góðan teknikk, teir vunnu FM í U21 í ár og so eru teir eisini systkinabørn. Um tú sneytaði niðan í ÍF húsið í kvøld, so hevur tú sikkurt lagt merki til, at har var ljós. Enn einaferð er tað av góðum […]
Lakjumaðurin heldur fram

Aftur í kvøld var ljós á skrivstovuni í ovastu hædd í ítróttarhúsinum í Fuglafirði. Hesu ferð var tað tí, at Fritleif hevði pennin frammi og hinumegin borðið sat Jógvan á Lakjuni – yngri, um nakar skuldi ivast. Jógvan er ein av okkara ungu leikarum, sum hevur fingið spælitíð í 16 av teimum 27 dystunum á […]
Símun verður við í venjaratoyminum

Vit kunnu í kvøld kunngera, at nýggjur maður er lagdur afturat venjaratoyminum hjá besta mansliðnum, saman við Kristoffer, Sjúrða og Gunnari. Er hann nevndur, er hann kendur. Talan er um fuglfirðingin og gjógvarámannin, Símun Eliasen. Símun hevur drúgvar royndir, bæði sum leikari og venjari. Seinast hann var at síggja á síðulinjuni í bestu deildini var […]
Martin til ÍF!

Meir styrkur komin! Aftur í kvøld var ljós á skrivstovuni á ovastu hædd í ítróttarhúsinum. Enn einaferð var tað ein gleðilig orsøk. Vit kunnu í kvøld avdúka, at vit hava skrivað ein 2 ára sáttmála við Martin K. Joensen, sum flytir inn røttu megin Varmakeldu. Martin, sum annan jóladag fyllir 26 ár, er royndur áleypari, […]