Áleypari lagdur afturat hópinum og miðvallari leingir sáttmála

Tað er við stórari gleði, at vit kunnu avdúka, at vit hava megnað at fingið Teit Hjelm norður um Suðuroyarfjørð. Orkuríki áleyparin hevur seinastu árini verið fastur maður hjá FC Suðuroy, sum hava flutt upp tvey ár á rað, áðrenn tað í ár endaði við niðurflyting til 1. deild. Teit var við í 22 av […]
U21 FM vinnarar 2025

Góðu U21 leikarar! Vit í nevndini ynskja tykkum hjartaliga til lukku við FM-heitinum 2025! Tit hava satsað, kempað, tikið felagsábyrgd og lyft eina uppgávu í felag – nevniliga at vinna FM! Soleiðis skal tað gerast! Tit eru framúr góðar fyrimyndir fyri okkara ungu leikarum, og tykkara áræði og dirvi smittar okkum øll! Enn einaferð – […]
Ársveitslan 2025
Góðu øll somul – leikarar, venjarar, hjálparfólk, stuðlar og áskoðarar. Vit takka hjartaliga fyri eina framúr góða ársveitslu 2025. Saman settu við punktum fyri fótbóltsárið 2025. Saman gleddust vit um fleiri góð úrslit. Og saman heiðraðu vit okkara góða felagsskap ÍF. Takk til tykkum øll uppmøttu fyri, at tit frá byrjan settu veitslulagið á hægsta […]
Nýggjur høvuðsungdómsvenjari settur!

Á ársveitsluni í gjár bleiv kunngjørt, at nýggjur høvuðsungdómsvenjari var settur. Nýggi maðurin við róðrið komandi tvey árini verður Súni Olsen. Súni, sum tey flestu kenna, er 44 ára gamal, kemur úr Gøtu, og hevur drúgvar royndir innan fótbóltsheimin – bæði sum leikari og sum venjari! Vit eru sera fegin um at hava fingið Súna […]
Bjarni Lundsbjerg fingið sína debut á besta liðnum.

Í gjár, leygardagin 18. oktobur, fekk Bjarni sínar fyrstu minuttir á besta liðnum Hjartaliga til lukku við tí. Koyr á
So vóru aftur landsliðsboð eftir einum ÍF’ara.

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur kunngjørt hópin til WU17 landsliðið í sambandi við EM undankapping, sum verður í Slovenia 03. – 09. novembur 2025. Nita á Lakjuni er enn einaferð úttikin. Hjartaliga til lukku við úttøkuni, og góða eydnu við landsliðarbeiðnum Koyr á
Tveir U15 dr. á landsliðið

Landsliðsboð eftir tveimum ÍF’arum! Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal umboða U15-landsliðið í Ungarn síðst í oktobur.Tveir ÍF’arar eru við. Kári Zachariassen og Egil Højgaard, sum báðir hava spælt á sama liði síðani teir vóru 6 ára gamlir, eru úttiknir.Hjartaliga til lukku – og bestu eydnu á landsliðnum!Koyrið á!! Dystarskrá:28. oktobur: Ungarn […]
ÍF hevði aðalfund 17. september, har m.a. nevndarval var á skrá.

Fyri vali stóðu Rói Dalsá og Fríði Reinert-Petersen. Báðir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir. Harumframt kom Leif Andre Eliasen, sum er eitt kent andlit í felagnum, innaftur sum tiltakslimur. Aðalnevndin skipaði seg soleiðis: Njal Reinert-Petersen, formaður Fríði Reinert-Petersen, næstformaður Atli Petersen, peningarøkil Fritleif í Lambanum, nevndarlimur Irdi E. Toftegaard, skrivari Rói Dalsá, tiltakslimur Leif Andre […]
Ungdómsnevndin er eisini farin til verka.

Á aðalfundi 17. septembur bleiv ungdómsnevdin eisini skipað. Øll, sum stóðu fyri vali, stillaðu uppaftur og vórðu afturvald. Ungdómsnevndin er nú skipað soleiðis: Mary-Ann Zachariassen, forkvinna Lillian Jacobsen, næstforkvinna Klara Petersen, skrivari Jenny á Lakjuni, nevndarlimur Pól Hans á Grønutúgvu, nevndarlimur Rógvi á Lakjuni, tiltakslimur Palma Tausen, tiltakslimur.