Nýggjur høvuðsungdómsvenjari settur!

Á ársveitsluni í gjár bleiv kunngjørt, at nýggjur høvuðsungdómsvenjari var settur. Nýggi maðurin við róðrið komandi tvey árini verður Súni Olsen. Súni, sum tey flestu kenna, er 44 ára gamal, kemur úr Gøtu, og hevur drúgvar royndir innan fótbóltsheimin – bæði sum leikari og sum venjari! Vit eru sera fegin um at hava fingið Súna […]

So vóru aftur landsliðsboð eftir einum ÍF’ara.

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur kunngjørt hópin til WU17 landsliðið í sambandi við EM undankapping, sum verður í Slovenia 03. – 09. novembur 2025. Nita á Lakjuni er enn einaferð úttikin. Hjartaliga til lukku við úttøkuni, og góða eydnu við landsliðarbeiðnum Koyr á

Tveir U15 dr. á landsliðið

Landsliðsboð eftir tveimum ÍF’arum! Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal umboða U15-landsliðið í Ungarn síðst í oktobur.Tveir ÍF’arar eru við. Kári Zachariassen og Egil Højgaard, sum báðir hava spælt á sama liði síðani teir vóru 6 ára gamlir, eru úttiknir.Hjartaliga til lukku – og bestu eydnu á landsliðnum!Koyrið á!! Dystarskrá:28. oktobur: Ungarn […]

ÍF hevði aðalfund 17. september, har m.a. nevndarval var á skrá.

Fyri vali stóðu Rói Dalsá og Fríði Reinert-Petersen. Báðir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir. Harumframt kom Leif Andre Eliasen, sum er eitt kent andlit í felagnum, innaftur sum tiltakslimur. Aðalnevndin skipaði seg soleiðis: Njal Reinert-Petersen, formaður Fríði Reinert-Petersen, næstformaður Atli Petersen, peningarøkil Fritleif í Lambanum, nevndarlimur Irdi E. Toftegaard, skrivari Rói Dalsá, tiltakslimur Leif Andre […]

Ungdómsnevndin er eisini farin til verka.

Á aðalfundi 17. septembur bleiv ungdómsnevdin eisini skipað. Øll, sum stóðu fyri vali, stillaðu uppaftur og vórðu afturvald. Ungdómsnevndin er nú skipað soleiðis: Mary-Ann Zachariassen, forkvinna Lillian Jacobsen, næstforkvinna Klara Petersen, skrivari Jenny á Lakjuni, nevndarlimur Pól Hans á Grønutúgvu, nevndarlimur Rógvi á Lakjuni, tiltakslimur Palma Tausen, tiltakslimur.