Ítróttarfelag Fuglafjarðar

Hondbóltur í Fuglafirði - Partur 2/2

1959 og næstu fimm árini

Samandráttur av parti 1

Í parti 1 varð greitt frá um hondbóltin í Fuglafirði í tíðini frá umleið 1930 til 1958. Hetta var tíðar­skeiðið, tá hondbólturin (og fótbólturin) flutti av sandinum norður á kaiina, og síðani niðan í Fløtu­gerði.
Greitt varð frá, at venjingin so við og verður meira skipað – enntá við morgun­venjing.
Víst verður á, at ÍF á fyrsta sinni luttekur í lands­kappingini hjá ÍSF í 1956, og at tað er við einum konufólka­liði í hondbólti. – Mannfólkini koma helst ikki við í lands­kappingina í hondbólti fyrrenn í 1959.
Meðan hondbólturin tekur seg fram hesi árini, sær tað út til, at fótbólturin ikki hevur somu undirtøku. Í hvussu er ikki, tá hugsað um luttøku í lands­kappingini hjá ÍSF.

1959 - eitt merkisár

Sum nevnt í parti 1, so henda rættiliga stórar broytingar í 1959. Preliminer­skúlin byrjar í bygdini í 1958. Tað hevur eitt nú við sær, at fleiri yngri lærarar fara at starvast í skúlanum. Millum teirra eru Petur Sigurð Rasmussen og Eilif Samuelsen. Frammanundan vóru Arnold Abrahamsen og Jóhan Ellendersen í starvi við skúlan. Allir síggjast aftur sum nevndar­limir í felagnum – meir og minni – og Petur Sigurð og Eilif eisini sum leikarar.

Mynd 1: Fyrsta nevnd ÍF's.

Stovnararnir leggja frá sær yngri fólk taka við

Á aðalfundi 10. mars 1959 leggja teir “gomlu” frá sær. Herluf Berthelsen, Obert Eliasen, Poul Jacob Hansen, Sofus Eliasen og Esman Jacobsen (Martin Johannesen) høvdu sitið í nevndini síðani stovnanina í 25. mars 1946. Teir høvdu m.a. lagt alla orku í at útvega felagnum ein leik­vøll. Og tann 11. november 1956 varð vøllurin í Fløtu­gerði so vígdur. Eitt ódnar­tak av teimum heilt stóru – praktiskt, byggi­tekniskt og fíggjarligt – varð tikið og útint.
Tað er líkasum, at nú er lagaliga løtan at lata yngri kreftir taka við.
Meira er at lesa um vøllin í søgu­broti 4, sum hevur heitið “Av sandinum niðan í Fløtugerði”.

Tey, sum nú taka við, eru Petur Sigurð Rasmussen, Eilif Samuelsen, Arnold Abrahamsen, Judith Róin og Ásvør Thomsen.

Mynd 2: Tríggir av teimum, sum komu í nevndina 1959: Petur Sigurð R, Eilif S og Arnold Abrahamsen

Nývalda nevndin liggur ikki á boðunum, men fer beinanvegin mið­víst undir at fáa felagnum størri undirtøku í bygdini við m.a. at tekna nýggjar limir.
Tey, sum høvdu tikið við, heltu helst meira til hondbóltin enn fótbóltin, og umstøðurnar í bygdini og í oynni vóru eisini meira tann vegin.

Tann 14. mars 1959 er nevndar­fundur. Í gerða­bókini stendur: “Viðtikið varð at keypa 14 hondbólts­troyggjur (reyðar) til menn og 14 troyggjur (reyðar) til kvinnur.” Seinni stendur at leikararnir sjálvir eiga hvítu shortsini, og at seks pør av reyð/­hvítum hosum verða keyptar til menninar. – Meira er at lesa um hetta í søgubroti 6, sum hevur heitið “Búnar”.
Víðari stendur: “Viðtikið varð at kalla ítrótta­menninar saman til fundar fyri at kanna líkindi viðvíkjandi lands­kappingini í hond- og fótbólti.”

Limafundurin er so 21. mars 1959.
Í frágreiðingini frá fundinum stendur: “Her skuldi serstakliga støða takast til um ÍF skuldi luttaka við fótbólts­liðum í landskapping ÍSF’s. Ymsir høvdu orðið og ymsar vóru hugsanirnar. Eisini varð tosað um møguleikan fyri at luttaka við mans­hondbólti í lands­kappingini.
At luttaka við fótbólti í lands­kappingini fór at verða torført. Menn vóru alspentir fyri fótbóltinum, sum sjálvsagt er. Men tá avtornaði kom meiri­lutin á fundinum á tað áskoðan, at vit ikki kundu vera kappingar­førir í fótbólti, tí fólki var ikki nógv at velja í.”
Síðani verður nevnt at: ”í staðin skulu vit venja fótbólt til stutt­leika, og, tá tað liggur fyri, at fáa vinadystir ... í staðin fyri at binda okkum til landskappingar­skipanina.”
At enda í frágreiðingini frá lima­fundinum 21. mars 1959 stendur: “... at nevndin skal kanna møguleikan fyri at luttaka í lands­kappingini í mans­hondbólti komandi summar (1959), tí her kravdist ikki so nógv fólk til, og samstundis kunnu vit kappast við okkara granna­bygdir.”
Samanumtikið er luttøkan í lands­kapping hjá ÍSF í 1959 tvey kvinnu­lið (1. deild og 2. deild) og eitt mans­lið (2. deild) í hondbólti – og onki fótbólts­lið!

Landskapping 1959

Í frágreiðingini fyri árið 1959 stendur m.a. at kvinnur í 1. deild bert leiktu tveir dystir – báðar móti KÍ og tapti báðar.
Kvinnurnar í 2. deild vunnu sína deild (móti NSÍ og StÍF) og komu í semifinaluna.
Menninir vunnu sína deild (móti KFUM, NSÍ og StÍF) og komu í semifinaluna.

Semifinalurnar

Semifinalan hjá kvinnunum var miku­kvøldið 23. august í Vestmanna og var móti VÍF. VÍF vann 2-0.
Tær, ið leiktu hendan dystin, vóru Anna Elena Hansen (málmaður), Dikkan Jacobsen, Irena Petersen, Kirstin Hansen, Fríðgerð Zachariasen, Lena Kambsdal og Hergerð Joensen. Petra Midjord var eyka.
Við á ferðini var mansliðið, ið spældi vinadyst móti VÍF. VÍF vann dystin 15-10.
Semifinalan hjá monnum var móti TB. Dysturin varð leiktur á Tvøroyri sunnudagin 19. august. Úrslitið gjørdist 8-7 til TB.
ÍF kærdi til ÍSF, tí TB hevði nýtt útskiftara, men fekk ikki viðhald.
Teir, ið leiktu við ÍF hendan dystin, vóru Thorleif Samuelsen (málmaður), Arthur Hansen, Poul Leiti, Petur Sigurð Rasmussen, Eilif Samuelsen, Esbern Thomsen og Birgir Hansen. Per Hansen var eyka.
Ferðingin tá var mangan strævin og óhøglig. Menninir fóru til Tvøroyrar við útróðrar­bátinum “Støðini” leygardag fyrrapart. Á vegnum suður løgdu teir inn á Havnina at heinta ein leikara, áðrenn farið varð víðari til Tvøroyrar. – Helst er hetta ein sigli­túrur, sum vardi meir enn 7 tímar. – Gistu á Hotel Tvøroyri. Spældu sunnudag kl. 15 og vóru aftur á Fuglafirði klokkan 2 mánamorgun. Vípan, kvinnulið á Sandi, var við norður til Skálavíkar.

Ársfrágreiðing 1959

Í ársfrágreiðingini fyri 1959 stendur: “Tað fór valla sunnudagur, ofta leygarkvøld eisini, at ikki varð leika, bæði í bygd og av bygd. Serstakliga ferðaðust vit á oynni, og spældu dystir móti StÍF og NSÍ.
Øll trý hondbólts­liðini spældu o.u. 50 lands­kappingar- og vina­dystir tilsamans, og vunnu vit teir flestu.”

Mynd 3: StÍF og ÍF hava leikt dyst á Strondum – helst í 1959. ÍF leikararnir eru:
Afv.: Petur Jacob Eliasen, Petur Sigurð Rasmussen, Eilif Samuelsen og Poul Leiti.
Fremst: Jógvan Ólason og Thorleif Samuelsen.

Víðari stendur í ársfrágreiðingini: “Síðani hevði felagið fyrireikað dystir millum skúladreingir og skúlagentur úr Runavík, Fuglafirði og av Strondum.”
Í frágreiðingini verður sagt frá, at Sandavágs Ítróttafelag vitjaði seinast í mai við fleiri liðum, og at seks dystir vóru spældir.
Bæði menninir og kvinnurnar leiktu á Norðoyastevnu. Leygardagin móti ávikavist KÍ og Stjørnuni. Sunnudagin spældi samansett lið úr KÍ/ÍF móti 1. mansliði Neistans. Úr ÍF spældu Eilif Samuelsen, Poul Leiti og Petur Sigurð Rasmussen.
Somuleiðis spældu Stjørnan/ÍF móti 1. kvinnuliði Neistans. Úr ÍF spældu Dikkan Jacobsen, Eyðbjørg Berthelsen og Dinna Petersen.
Kvinnurnar í 2. deild vóru eisini á Ólavsøku og spældu móti 1. deild hjá Kyndli.

Mynd 4: Helst eftir dyst á Varmakeldu 1959. Fremst Sonja við steypinum, Fríðgerð, Dikkan, Marjun og Hjørdis.

ÍF luttók eisini í steypakapping í Runavík við kvinnu­liði, gentu­liði og dreingja­liði, og á Strondum við mansliði, kvinnu­liði, gentu­liði og dreingja­liði. Kvinnurnar og genturnar hjá ÍF vunnu steypið í Runavík og dreingirnir hjá ÍF vunnu steypið á Strondum.
Árfrágreiðingin fyri 1959 sigur: “Felags fyri allar hesar dystirnar var, at ÍF stóð seg heilt væl.”

Varmakeldan 1959

Varmakeldu­stevnan 1959 varð, sum vant, fyrsta vikuskifti í juli. Tvs 3. og 4. juli.
Sum tað sæst á skráin niðanfyri, so er tað hondbólturin, sum er í mið­deplinum og sum er meira framfýsin, meðan fótbólturin sær til ikki at hava somu undirtøku/­raðfesting.
S.P. Petersen hevði latið steyp til menninar at kappast um.
• Semifinala a ÍF – KÍ, 14-5 (leygardag)
• Semifinala b StÍF – NSÍ 16-10 (leygardag)
• Finala ÍF – StÍF, 19-9 (sunnudag)
ÍF hevði latið steyp til kvinnurnar at kappast um sunnudagin.
• ÍF-Kyndil (1. deild), 6-5
• ÍF-Kyndil (2. deild), 4-1
Fótbóltur menn:
• ÍF-Niels Ebbesen, 3-4 (leygardag)
• Old-boys ÍF-KÍ, 2-8 (sunnudag)
Meira er at lesa um søguna hjá varmakelduni í søgubroti 5, sum hevur heitið “Varmakelda”.

Mynd 5: Helst eftir dyst á Varmakeldu í 1959. Petur Sigurð Rasmussen við steypinum.
Aftanfyri síggjast Poul Leiti, Thorleif Samuelsen og Birgir Hansen

Vit taptu – men vóru eitt minni ríkari!

Felagið fær útlendska vitjan 7. august. Tað er mans­liðið hjá St. Sóley úr Íslandi, sum er komið at vitja Kyndil.
Í fundarbókini stendur: “Dysturin varð leiktur sama kvøld kl. 19. Úrslitið varð 23-10 til St. Sóley, ið taldi ikki minni enn tríggjar íslendskar landsliðs­leikarar. Liðið hjá ÍF varð styrkt við besta leikara Kyndils, Thorbjørn Mikkelsen.

Mynd 7

Á leik­vøllinum handaði Sonja liðstjóra St. Sóley’s eitt blómu­tyssi.
Um kvøldið var veitsla uppi í skúlanum .... ÍF handaði St. Sóley gávu – standmynd úr bronsu av hondbólts­leikara við silvurplátu, har stóð: “ÍF 1959”.
Borgarstjórin handaði teimum mynd av Fuglafirði.
Klokkan 23 varð farið oman í dansi­stovuna ... Niðri í dansistovuni handaðu leikararnir í St Sóley okkara leikarum teirra felagsmerki (bringumerki).
Gestirnir fóru avstað klokkan 10 næsta morgun. ...”

Frágreiðing endar við hesum orðunum: “Vit taptu – men vóru eitt minni ríkari!”

Viðmerking: Tað kundi verið viðkomandi og áhugavert at fingið mynd av gávunum, sum St. Sóley fekk í Fuglafirði og av bringumerkinum, sum ÍF leikararnir fingu!

1960

Luttøkan í landskappingini í hondbólti í 1960 er kvinnur 1. deild, kvinnur 2. deild og menn 2. deild.
Í fótbólti verður luttikið í 2. deild hjá monnum.
Petur Sigurð Rasmussen varð venjari í hondbólti og Petur Jacob Eliasen í fótbólti.

Í fundarbókini stendur um landskappingina í hondbólti:
“2. deild menn: ÍF stóð seg ikki so væl, tí nógvir av leikarunum frá árinum fyri vóru burturstaddir. ÍF fekk onki stig.
1. deild kvinnur: Hesar komu at leika móti KÍ og taptu báðar dystirnar.
2. deild kvinnur: Tær vunnu allar dystirnar og komu í finaluna.
Semifinaludysturin varð leiktur á Tvøroyri móti TB 28. august. Dysturin átti at verið leiktur 21. august, men var útsettur til 28. august eftir ynski frá ÍF. ... ÍF vann semifinaluna 7-1.”

Hesin túrurin hjá kvinnunum til Tvøroyrar er tiltikin og verður umrøddur seinni.

Kvinnurnar í finaluna

Í fundarbókini stendur soleiðis um finaluna:
“Finalan í Havn 12. september. Finalan varð spæld í Havn móti Vestmanna.
Leygarmorgunin ringdi kappingarstjórin Martin Holm og bað genturnar koma suður til Havnar seinnapartin, tí spælt skuldi verða leygarkvøldið. Nevndin helt ikki líkindi vera at fara vegna veður. Martin Holm segði tá, at um tær ikki komu, høvdu tær tapt dystin.
Fóru tær so suður. Ikki varð leikað hetta kvøldið vegna veður. Sunnudagin varð leikað og tapti ÍF dystin. Vestmannakvinnur komu ov seint. Sostatt átti ÍF 2. lið at verið føroyameistari !!!
Tær, sum leiktu finaluna vóru Olivia Olsen, Fríðgerð Zachariassen, Irena Petersen, Lena Kambsdal, Kirstin Hansen og Anna Elena Hansen.”

Tíverri sæst ikki í fundarbókini hvør sjeyndi, og evt áttandi, leikarin er, men ivaleyst er tað Marjun Lambaa. Sí myndin niðanfyri.

Mynd 8: Olivia Olsen, Fríðgerð Zachariassen, Irena Petersen, Lena Kambsdal, Kirstin Hansen og Anna Elena Hansen og Marjun Lambaa.

Ársfrágreiðingin 1960

Í ársfrágreiðingini stendur, at í hondbólti vóru ymsar vina- og steypakappingar millum ÍF, NSÍ og StÍF. Bæði vaksin og ung. Genturnar vunnu tvær kappingar og dreingirnir eina.
Hyggja vit at skránni fyri varmakelduna í 1960, so er tað framvegis hondbólturin, sum hevur størri rúm enn fótbólturin.

Mynd 9

Mynd 10: Jógvan, Bergur, Petur, Hugo, Óli, Martin og Magni. Myndin er frá 1961.

1961-65

Tíverri eru fundarbøkurnar fyri næstu árini, 1961-65, ikki so neyvar viðvíkjandi luttøkuni í landskappingini hjá ÍSF ella í øðrum kappingum. Men vit vita, at kvinnurnar stóðu seg avbera væl og vunnu 2. deild í hondbólti trý ár á rað – í 1961, 1962 og 1963.
Menninir eru eisini virknir í hondbóltinum hesi árini, men kanska ikki í sama mun og á sama støði sum í 1959 og 1960. Ein frágreiðing til hetta kann vera, at Eilif Samuelsen flutti úr Fuglafirði á sumri 1959 og Petur Sigurð Rasmussen í 1961. Teir vóru sera virknir – bæði á vøllinum og uttanfyri!
Men tey, sum tóku við í nevndini hesi árini, vóru eisini meira “hondbóltsfólk” enn “fótbóltsfólk” – so ella so.
Arbeiðið við ungdómshondbóltinum helt fram, og okkurt liðið stóð seg heilt væl. Eitt nú, tá ÍSF fylti 35 ár í 1964, kom dreingjaliðið hjá ÍF finaluna móti VÍF.

1965 – menninir í 1. deild

Menninir hjá ÍF luttaka á fyrsta sinni í 1. deild í hondbólti í 1965. Nakrir av dreingjaleikarunum frá 1964-liðnum vóru við á besta mansliðnum í 1965. Úrslitini vóru onki at reypa av – onkuntíð ein rættiligur avsmurningur.
Luttøkan 1. deild í hondbólti í 1965 var bæði fyrstu og seinastu ferð at ÍF-menninir leiktu í fremstu deildini í hondbólti.

Mynd 11: Myndin er helst frá 1965, tá ÍF leikti í 1. deild. Her er tað dystur millum ÍF og Kyndil.

Nakrir leikarar, sum vóru við til mynda hondbóltin, flyta úr bygdini í 1965-66. Samstundis er undirtøkan fyri fótbóltinum vaksandi. Hetta ger, at hondbólturin á manfólkasíðuni nærum doyr út. Og hann er ongantíð rættiliga komin fyri seg síðani – heldur ikki hóast Ítróttarhøllin kom á Kambsdali í 1984.
Nærum tað sama kann sigast um kvinnuhondbóltin.

Í søgubroti 8 og 9 – tey hava heitið “Húsið” – ber til at lesa meira um hetta skiftið, sum hendi miðskeiðis í 1960’unum. Eitt nú um avgerðina á vári í 1966 ikki at byggja ítróttarhøll, men heldur at byggja ítróttarhús.

Endi

Hvussu framtíðin hjá hondbóltinum í Fuglafirði fer at síggja út er ilt at spáa um. Tað kunnu vera so nógv viðurskifti, sum kunnu spæla inn. Men tað er greitt, um vit hyggja at ymsu ítróttargreinunum í bygdini seinastu 65 árini, at góð undangongufólk, góðir leiðarar, eru ein avgerandi fyritreyt.
Livst so spyrst!?

***
GG!
Hetta “søgu­brotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.

Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fugla­firði – serliga fót­bóltin, hond­bóltin, kapp­róðurin og flog­bóltin.

Teldupostur: [email protected]

Mynd 12: Kvinnurnar í dysti á vøllinum í Fløtugerði seinast í 1950’unum.

Mynd 13: Kvinnurnar í dysti á vøllinum í Fløtugerði seinast í 1950’unum.

Mynd 14: Old girls: Norma, Judith, Irena, Ásvør, Sonja, Frígerð, Joy, Tóra, Hanna og Anna.

Mynd 15: Í fyrru helvt av 1960’unum vóru ítøkiligar ætlanir um at byggja eina ítróttarhøll vestur frá vøllinum – á leið har sum barnagarðurin er í dag. Palli Gregoiussen hevur teknað.

Mynd 16: Ítróttarhúsið, sum bleiv bygt í 1966, men sum kortini ikki gjørdist liðugt fyrr enn í 1981. Mikkjal Jacobsen teknaði og stóð fyri arbeiðinum.

Mynd 17