Okkurt hissini um Fuglafjarðar bóltfelag
Søgubrot 1 - Petur Simonsen skrivar.
**Innleiðingin er skrivað í samband við at søgubrotið varð brúkt í dystarleiksskrá frá 2023, tá EB/Streymur vitjaði í Fløtugerði.**
Gestirnir í Fløtugerði í dag eru av Eiði og har nærhendis. Vit kunnu kanska siga, at tað er ikki ein fremmandur fuglur, sum vitjar, tí í meira enn 100 ár hevur fótbólturin knýtt Eiði og Fuglafjørð saman. – Tað sigur søgan, og tað eru vit fleiri sum minnast afturá við gleði. Tað er tí kanska ikki so óvæntað, at hetta “samstarvið” millum bygdirnar báðar, er partur av hesum fyrsta søgubrotinum.
ÍF varð stovnað í mars 1946. Men vit vita neyvan heilt vist nær fótbólturin á fyrsta sinni “fór á rull” í bygdini. Helst hevur hetta verið um somu tíð, sum so mangar aðrar staðir kring landið. Tað vil siga fyri meira enn 120 árum síðani. Men fyrstu árini var fótbólturin í bygdini ikki skipaður í einum fótbóltsfelag. Og neyvan var kappast við feløg og aðrar bygdir tey allar fyrstu árini.
Fuglafjarðar bóltfelag
Tann 9. februar 1938 høvdu, sum tað stendur í einari fundarfrágreiðing, “nakrir bóltleikarar kalla saman til fundar í tí gamla skúlanum í Fuglafirði, og varð tá felag stovnað, ið varð nevnt “Fuglafjarðar bóltfelag”.
Fundarfrágreiðingin sigur eisini, at Poul Andreas Vørðhamar varð valdur til formann. Hinir í nevndini vóru:
Daniel P Eliasen, næstformaður
Andrew Hansen, kassameistari
Herluf Berthelsen, skrivari
Martin Jacobsen, nevndarlimur
Ismar Joensen, grannskoðari
Joen Edvard Hansen, grannskoðari
Fyrsti dysturin á Mølini – 9 móti 9
Um dagarnar stóð grein í miðlunum um Eiðis bóltfelag, sum 24. februar í ár rundaði tey 110 árini. Eiðis bóltfelag er sostatt helst elsta ítróttarfelag í Eysturoynni. Kann leggja aftrat, at GÍ (tá Norðragøtu bóltfelag) stendur til at verða stovnað í 1926 og LÍF (tá Leirvíkar bóltfelag) í 1928.
Í greinini um Eiðis bóltfelag stendur, at fyrsti dysturin á nýgjørda vøllinum á Mølini var í 1916, og at hann var móti fuglfirðingum. – Har verður eisini sagt, at vøllurin var í minna lagi, so avtalað varð, at leikast skuldi við níggju monnum á hvørjum liði.
Eysturoyarkapping í 1938-39
Hesa tíðina í 20-unum og 30-unum dystast fuglfirðingar, eiðismenn, gøtumenn og leirvíksingar javnan – oftast um heystið og veturin.
Í skjølum frá 1938 lesa vit um kapping millum hesar fýra bygdirnar. Yvirskriftin er: “Dystirnir um Steypin. Veturin 1938 og várið 1939.” (6/11 til 5/2). Víðari verður sagt, at tveir dystir á skulu spælast á “egnu plenu”. Men sambært kappingaryvirlitinum verða tveir dystir leiktir í Fuglafirði og í Gøtu, meðan ein dystur verður leiktur á Eiði og eini í Leirvík. Í hvussu er, øll leika móti øllum, og í brævi til Fuglafjarðar bóltfelag, dagfest tann 13. februar 1939, verður støðan í kappingini gjørd upp. Norðragøtu bóltfelag vann kappingina við 5 “point”. Teimum í hølunum koma Fuglafjarðar bóltfelag og Eiðis bóltfelag við 3 “point” hvørt, meðan Leirvíkar bóltfelag onki “point” fekk í hesum umfarinum. Brævið er undirskrivað av Martin Kruse, Eiðis fótbóltsfelag. Og Martin Kruse endar brævið við orðunum.”Steypið er sent til Gøtu”.
Ivaleyst eru hetta nakrir av garpunum, sum leiktu dystirnar í Eysturoyarkappingunum seinast í 30-unum. Fuglfirðingar hava eitt V á troyggjuni. NB! Frætti fegin frá teimum, sum vita meira at siga um myndina – m.a. bygd, lið, nøvn og ár.
Eysturoyarkapping í 1939-40 – “flyta dystin vegna streymforhold um neyðugt”
Í brævið, sum Eiðis bóltfelag sendir Fuglafjarðar bóltfelag heystið 1939, skilst, at kappingin, sum var veturin 1938-39, verður endurtikin veturin 1939-40 (5/11 til 2/2). Bara tað, at nú eru tveir dystir á Eiði og í Leirvík og ein dystur í Fuglafirði og í Gøtu.
Í hesum døgum, nú samferðslukervið er so væl útbygt og lívsmynstrið so nógv broytt, er tað kanska áhugavert at festa seg við tvey brot í brævinum frá Eiðis fótbóltsfelag. Har stendur m.a.: “Vit senda hesar reglur av hesi grund, at vit kundu sloppið frá at havt nakran útsending til tykkara í ár, tí vit liggja so avsíðis”. Og víðari stendur: “Kampin í Fuglafirði hava vit einki ímóti at flyta vegna streymforhold um tað er neyðugt. Dómaran vilja vit hava av plássinum, har kampurin verður spældur”.
Hetta sampakkar væl við tað, sum Herluf Berthelsen sigur í talu í 1980: “Í Fuglafirði varð spælt á Sandinum. Tað var um 1910, at fuglfirðingar fóru at sparka, og fyrsta avbygdalið, teir møttu, var eitt lið av eiðismonnum. Á Sandinum mátti bóltleikurin lagað seg eftir streyminum, tí bert kundi sparkast, tá nógv fjøra var.”
“Plenan” tikin í nýtslu í 1956
Frammanfyri er nevnt, at fuglfirðingar vóru bodnir til fyrsta dystin á nýggju “plenuni” á Mølini á Eiði í 1916. Men fjøruti ár seinni, 11. novembur 1956, vóru tað júst eiðismenn sum vóru bodnir at leika fyrsta dystin móti fuglfirðingum, tá nýggja “plenan” á Trøðni (í Fløtugerði) varð tikin í brúk.
Myndin er lænt úr myndasavni, sum Signar á Brúnni hevur savnað.
Vøllurin breiðkaður 1979
Og mín sann um søgan ikki endurtók seg, eftir at vøllurin í Fløtugerði var liðugt breiðkaður í 1979. Hóast tríggir dystir í 1. deild vóru leiktir á vøllinum við fyribilsloyvi frá FSF heystið 1979 – allir vunnir og avgerandi fyri meistaraheitið hjá ÍF – so varð vøllurin kortini ikki alment handaður og tikin í nýtslu fyrrenn flaggdagin 1980. Og tá vóru tað júst “veteranarnir” av Eiði og úr Fuglafirði sum leiktu fyrstu minuttirnar á nýumvælda og snotiliga vøllinum í Fløtugerði – fleiri teir somu, sum vóru við í 1956.
Flaggdagin 25. apríl 1980. Veteranar úr Fuglafirði og av Eiði á veg inn á vøllin í Fløtugerði. Fremst ganga tríggir av stovnarunum av ÍF: Herluf Berthelsen, Sofus Eliasen og Poul Jacob Hansen. Í bakgrundini hómast Lutherus í Tøðuni (Joensen), sum var við til at byggja vøllin.
Á myndini síggjast f.v.: Poul Jacob Hansen, Sofus Eliasen, Hjalmar Joensen, Albert Eldevig, Petur Jacob Eliasen, Palli Olsen, Esbern Thomsen, Martin Eliasen, Pól Eliasen, Jógvan Eliasen, Jógvan Thomsen, Hjørleif Petersen, Høgni Jøkladal, Bergur Petersen og Jóhannus Jacobsen.
PS! Søgan um “leikvallirnar” í Fuglafirði verður partur av einum seinni søgubroti.
***
GG! Hetta “søgubrotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.
Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fuglafirði – serliga fótbóltin, hondbóltin, kappróðurin og flogbóltin.
Teldupostur: [email protected]