Ítróttarfelag Fuglafjarðar

Leiðin til føroya­meistaraheitið - Partur 1/2

Tað kenst kanska eitt sindur bakvent at skrivað um leiðina til føroya­meistaraheitið hjá ÍF í 1979, nú niður­flytingin hjá Betri deildarliðinum nærum er ein veruleiki, og at ÍF tí skal leika í 1. deild komandi kappingar.
Tó, kanska okkurt av tí, sum verður nevnt í hesum og næsta søgu­brotinum, kann verða ein eggjan til eitt miðvíst og munagott menningar­arbeiði í felagnum.

Tey flestu vita helst nær menninir hjá ÍF gjørdust føroya­meistarar í fótbólti. Men tað er helst onkur, sum ikki veit ella minnist til, at eisini kvinnurnar hjá ÍF hava verið føroya­meistarar í fótbólti! – Tað var í 1991.
Vónandi verða umstøður til at gera meira burturúr kvinnu­fótbóltinum í Fuglafirði í einum seinni søgu­broti – og harvið eisini um meistara­heitið í 1991.

Í søgu­broti 10 og 11 varð víst á, at hondbólturin hevði størri undirtøku enn fótbólturin í Fuglafirði í 50-unum og fyrru helvt av 60-unum – bæði hjá kvinnum og monnum – men at frá 1966 var tað fótbólturin sum tók seg fram, meðan hondbólturin dragnaði.

Mynd 1: ÍF lið, helst frá seinast í 1950-unum ella fyrst í 1960-unum. Ein roynd at seta nøvn á.
Aftast: Kári Hansen, Poul Leiti, Jógvan Ólason, Poul Jacob Lundsbjerg og Kristin Poulsen. Fremst: Doron Eliasen, Gordon Petersen, Birgir Hansen, Jóhannes Jacobsen, Per Hansen og Eivind Toftegaard.

Sum nevnt í yvirskriftini, so er tað “leiðin til føroya­meistaraheitið” hjá monnunum sum er í mið­deplinum í hesum og næsta søgu­brotinum. Tvs. tíðin frá umleið 1966 til 1978.
Hetta er ikki SØGAN um ÍF hesi knapt 15 árini. Sjálvsagt! Heldur eru hetta nakrar kronologiskar stak­hendingar, sum verða tiknar fram. Vónandi lýsa tær menningina, fótbólturin í bygdini var fyri fram til meistara­heitið í 1979.

1959 // Skal, skal ikki! – Luttøka í lands­kappingini hjá ÍSF

Í gerða­bókini frá limafundi 21. mars 1959 sæst, at spurningurin um luttøku í lands­kappingini í fótbólti verður umrøddur.
Har stendur m.a.: “Ymiskir høvdu orðið og ymsar vóru hugsaninar. ... At luttaka við fótbólti í lands­kappingini fór at verða torført. Menn vóru alspentir fyri fótbóltinum, sum sjálvsagt er, men tá avtornaði, kom meiri­lutin av fundinum á tað áskoðan, at vit ikki kundu vera kappingar­førir í fótbólti, tí fólki var ikki nógv at velja í.
Í staðin varð samtykt, at tó skuldu vit venja fótbólt til stuttleika, og tá tað lá fyri, at fáa vinar­dystir í lag við onnur lið, ístaðin fyri at binda okkum til landskappingar­skipanina.”

Tað vil siga ongin luttøka var í lands­kappingini í fótbólti í 1959.

1960 // Fyrsta luttøka í lands­kappingini í fótbólti

Longu árið eftir, á nevndar­fundi 14. mars 1960, verður avgjørt, at luttaka við einum liði í 2. deild. Og hetta er ivaleyst fyrsta árið, at ÍF luttekur í lands­kappingini í fótbólti. Tað sær út til, at felagið eisini luttekur næstu árini við einum liði í 2. deild. Eitt dreingja­lið verður meldað til í 1962, og felagið luttekur eisini næstu árini við einum dreingja­liði.

1966 // Carl Jørgen venjari

Tað mann hava gingið so nøkulunda við fótbóltinum í fyrru helvt av 60-unum. Í hvussu er í 1965, tí í fundar­frásøgnini frá eyka­aðalfundi 8. mars 1966 stendur m.a.: “Hjalmar legði uppskot fram um venjara, og um felagið skuldi melda fyrsta lið ella annað lið í fótbólti til lands­kappingina. Hesin spurningur kom undir harða diskusjón.
Petur J. Eliasen segði, at hann ongan hug hevði at melda 1. lið til kappingina.
Hjalmar bað limirnar úttala seg um hendan spurningin. Nakrir limir meintu, at 1. lið átti at meldast til, tí tað kom avgjørt meira fólk til ein 1. liðs kamp, og komu eisini meira pengar inn.”

Niðurstøðan á fundinum varð tó, at felagið skuldi luttaka í 2. deild hjá monnum, dreingjum (≤ 16 ár) og smádreingjum (≤ 14 ár).

Tað var so sum so við skipaðari venjing hesi fyrstu árini í 60-unum, hóast ávísur leikari hevði ábyrgdina av venjingar­kvøldinum.
Men í fundar­frásøgnini, sum er nevnd omanfyri, stendur: “Poul J Hansen spurdi um felagið fekk nakran venjara. Hann hevði hoyrt um ein danskara, sum arbeiddi á silda­verksmiðjuni, sum skuldi verða góður fótbólts­leikari. Hjalmar segði, at hann hevði tosað við hendan bólt­spælaran og var hann áhugaður at koma at venja okkara menn.”
Carl Jørgen, danskarin, sum sveisaði tangar á silda­verksmiðjuni, var frálíkur fótbólts­leikari og tók sær av venjingini restina av árinum.

Mynd 2: ÍF liðið í 1966. Aftast: Hjalmar Joensen, form., Sam Jacobsen, Petur Jacob Eliasen, Carl Jørgen, Sofus Baldvinson og Áku Petersen. Miðrað: Kristin Poulsen, Napoleon Joensen og Jegvan Eliasen. Fremst: Martin Eliasen, Petur Simonsen og Birgir Hansen.

Mans­liðið stóð seg rættiliga væl í lands­kappingini og tað kom í ½ finaluna um Ragnar­steypið. - Ragnarsteypið var steypa­kappingin fyri liðini í 2. deild.
Tað sær út til, at dreingja­liðið fekk nøkur góð úrslit í 1966, meðan smádreingirnir høvdu tað torførari.

1969 // Unglingalið í lands­kappingini

Umframt mans­liðið í 2. deild og dreingja­liðið, hevði ÍF á fyrsta sinni eitt unglinga­lið (≤ 18 ár) við í lands­kappingini. Bulurin á unglinga­liðinum mundi vera leikarar, sum høvdu leikt á dreingja­liðunum í 1966-68.
Og unglinga­liðið stóð seg heilt væl. Tað gjørdist nr. 2 av fýra liðum. Hini liðini vóru HB, KÍ og TB.
Liðið hjá monnunum stóð seg eisini heilt væl – tað endaði sum nr. 2 í økis­bólki, har KÍ, LÍF og GÍ eisini vóru.

1970 // Menninir í finaluni í steypa­kappingini og unglingarnir vinna Víkinga­standmyndina

ÍF luttekur hetta árið við liði í 2. deild hjá monnum, unglingum og piltum (≤ 12ár).
Men onki dreingja­lið! Helst er hetta vegna “manningar­trot”. Nakrir leikarar, sum høvdu aldur til at leika á dreingja­liði, leiktu við unglinga­liðinum.
Menninir standa seg aftur rættiliga væl í 1970. Gerast nr 2 í økis­bólki, har KÍ, B68, LÍF og GÍ luttaka.

Í 1966 eydnaðist at koma í ½ finaluna um Ragnar­steypið, men í 1970 kom liðið í finaluna móti KÍ, sum vann hana 5-2. Vit lata gerða­bókini orðið:
“19. september í Havn. Finalan um Ragnar­steypið. Við lutakasti slapp KÍ at velja mál. Her var onki at ivast um hvat KÍ fór at gera, tí heilt væl var av vindi, sum lá “lengs” eftir vøllinum. Teir tóku sjálvandi við­vindin, og eftir stuttari tíð førdi KÍ 3-0.
Men okkara menn lótu ikki hettar sita á sær. Teir bardust sum fyri lívinum, og teir fingu 2 vøkur mál ímóti hesum harða vindinum, so hálvleiks­støðan bleiv 3-2.
Her eru tit alt rós verdir. Nú fara vit at vanta, at sigurin kom heim. Men gakk! Nú, KÍ fekk mót­vind, hugsaðu teir um at verja so væl, at sjálvt um ÍF hevði meira spæl og bólturin fyri tað mesta lá í KÍ brots­teiginum, so kom onki mál, men í staðin fekk KÍ tvey mál, alt ov bílig mál, so dysturin endaði 5-2 til KÍ.”


Unglingarnir gjørdust nr 2 í lands­kappingini. Hetta árið vóru bert trý feløg við – HB, ÍF og B36.
Seinasti dysturin hjá unglingunum í lands­kappingini hetta árið var 29. august og var móti HB. HB vann 4-3. Ein sigur til ÍF hevði gjørt, at liðini blivu jøvn í stigum. Men kortini, HB hevði munandi betri málmun.

Mynd 3: Unglingar 1970. Afv.: Hanni Ellingsgaard, Páll Beder, Poul Jákup Mohr, Jákup Simonsen, Jákup Frants Larsen, Hans Elias Joensen og Terji á Lakjuni. Ffv.: Jógvan Joensen, Leivur Harryson, Steinbjørn í Lambanum og Birgir Thomsen.

Eina viku seinni møtast unglinga­liðini hjá HB og ÍF so aftur í Gundadali. Hesaferð er tað í finaluni um Víkinga­standmyndina. Dysturin endar 0-0. Eftir 2x5 minuttir aftrat stendur framvegis 0-0. Tað endaði sostatt við brots­spørkum, har ÍF vinnur 3-2.
Vit geva gerða­bókini orðið:
“Tann 6. september var ein so frálíka góður fótbólts­dystur spældur í Havn, og var hann millum unglinga­liðini hjá HB og ÍF, og hettar galt Víkinga­standmyndina. Tað skal sigast um hendan dyst, at hann var so væl spældur, at neyvan hava tvey unglinga­lið sýnt betri dyst í Gundadali. Hesin endaði 0-0.
Ikki sluppu hesi liðini av vøllinum við hesum úrsliti. So troyttir sum teir vóru, so mátti spælast 2x5 minuttir aftur. Men heldur ikki hesa ferð vildu liðini lúta fyri hvørjum øðrum, og var støðan framvegis 0-0.
Avgerðast mátti so við sektar­spørkum. Her vóru okkara unglingar teir stinnaru við at fáa 3 ígjøgnum, meðan HB fekk 2.
Sostatt kom Víkinga­standmyndin at ognast unglinga­liðnum hjá ÍF fyri árið 1970 við sigri uppá 3-2.”

Mynd 4: Unglingarnir vunnu steypa­kappingina í 1970. Tað er Sverri Trond, sum vegna ÍSF handar ÍF Víkinga­standmyndina. Á myndini síggjast Jákup Simonsen, Hans Elias Joensen, Hanni Ellingsgaard, Leivur Harryson og Jógvan Joensen.

1971 // ÍF 25 ár og spælir í 1. deild

Ivaleyst munnu góðu úrslitini hjá ÍF í 1970 hava givið bæði nevnd og leikarum mót til at taka við størri avbjóðingum, tí ÍF meldar á fyrsta sinni lið til í 1. deild í fótbólti. ÍF verður tí eitt av seks liðum í meistara­deildini, sum besta deildin tá æt: KÍ, ÍF, HB, B36, TB og VB.
Harumframt luttekur felagið við liði í 2. deild hjá monnum, dreingjum og piltum.

Í sambandi við at ÍF gjørdist 25 ár tann 25. mars 1971 skipaði felagið fyri eini jubileum­skapping heystið-veturin 1970-71 har tey fimm liðini í 1. deild og fleiri líð í 2. deild luttóku.

Mynd 5: ÍF 1. deild 1971. Aftast: Sam Jacobsen, Jákup Frants Larsen, Signar Hansen, Áku Petersen, Jógvan á Lakjuni og Herman Midjord. Fremst: Leivur Harryson, Hans Cederius Joensen, Steinbjørn í Lambanum, Birgir Thomsen og Hans Elias Joensen.

Tann 24. apríl spæla ÍF og B36 dyst í hesi jubileums­kappingini. Dysturin endar 3-3 eftir at ÍF var frammanfyri 3-0 í hálvleikinum. Eftir umdyst er støðan framvegis 3-3. Tí varð neyðugt við brots­sparkskapping, sum B36 vann 4-3.
Í gerða­bókini stendur: “Hetta varð fyrsti dystur hjá ÍF sum lið í meistara­deildini. ... her var spenningur í, tí at hesi lið vístu seg at verða ógvuliga jøvn. Tá 5 minuttir eru farnir kemur ÍF á odda 1-0. ... Hálvleiksstøðan var 3-0. Og vóru bæði spælarar og áskoðarar stolt av hesum. Men seinni hálvleikur var eitt satt vón­brot. ... B36 spældi okkara lið fult út niður. Her haltaði nakað hjá ÍF og var tað, at teir orkaðu ikki, men bardust tó alla tíðina, so teir hildu javnleik 3-3. Umdysturin broytti ikki hetta. Sektarsparks­kappingina vann B36 4-3.
Leikararnir, sum spældu fyrsta dystin í meistara­deildini, vóru: Poul J Lundsbjerg, Jógvan Joensen, Signar Hansen, Sam Jacobsen, Herman Midjord, Dánjal J Petersen, Jákup Fr. Larsen, Leivur Hansen, Birgir Thomsen, Hans Elias Joensen, Hans C Joensen, Jóhan H Ellingsgaard og Jákup Simonsen.”


Úrslitini í 1. deild, ella sum tað tá æt, “Meistara­deildini”, vóru ógvuliga missjøvn – mest tap. Tey størstu tapini vóru 14-1 móti HB og 9-0 móti KÍ.
Tó, tað vóru eisini einkultir glottar, tí 5. september vann ÍF 2-1 á B36 í Gundadali.
Í gerðabókini stendur um hendan dystin móti B36: “Hetta var besti dystur í árinum. Beinan vegin sást, at okkara lið var tað betra ... gott og kvikt álopsspæl. ... ja, soleiðis skal ein dystur spælast. Rós eiga tit allir.”

Harumframt vann ÍF dystin móti TB, sum ikki møtti vegna ferð í Hetlandi. Í viðmerkingunum hjá Faroesoccer stendur: “ÍF vinnur uttan dyst. TB var á Hetlands­ferð, og dysturin varð fyrst útsettur, men síðani ongantíð leiktur. ÍSF dømdi TB at tapa dystin. Um gingið verður út frá vanligu regluni, so vann ÍF við sínum størsta sigri hetta árið (5. september B36-ÍF 1-2). Sambært Skipan ÍSF var Óli Holm (VB) settur dómari.”
Tað er neyvan nakar sum ivast, men hetta er ikki tiltikni hetlands­túrurin hjá TB, sum vit hoyra um í sanginum “Eitt fótbólts­lið sum TB ...”

Í næsta søgubroti – nr 13 – verður hugt nærri at tíðar­skeiðinum 1972-78.

***
GG!
Hetta “søgu­brotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.

Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fugla­firði – serliga fót­bóltin, hond­bóltin, kapp­róðurin og flog­bóltin.

Teldupostur: [email protected]