Leiðin til føroyameistaraheitið - Partur 2/2
Í Søgubroti 12 – partur 1 um leiðina til føroyameistaraheitið – varð tíðin til og við 1971 umrødd. Í hesum søgubrotinum - partur 2 um leiðina til føroyameistaraheitið – verður hugt nærri at tíðarskeiðinum 1972-78.
Tað er kanska ikki neyðugt at nevna tað, men tað er fótbólturin og serliga meistaradeildarliðið, sum er í miðdeplinum í hesum og tí fyrra søgubrotinum.
Stutt samanumtøka av Søgubroti 12:
• 1960: ÍF luttekur á fyrsta sinni í landskappingini í fótbólti – eitt lið í 2. deild hjá monnum
• 1966: Carl Jørgen er spælandi venjari hjá besta mansliðnum hjá ÍF (2. deild)
• 1969: ÍF hevur eitt unglingalið við í landskappingini á fyrsta sinni
• 1970: Unglingarnir vinna Víkingastandmyndina og gerast nummar tvey í landskappingini. Menninir koma finaluna um Ragnarsteypið – steypakappingin fyri 2. deild.
• 1971: ÍF verður 25 ár og luttekur á fyrsta sinni í bestu deildini (1. deild).
Mynd 1: Myndin er helst tikin á Varmakeldu 4. juli 1971, ÍF-TB 4-0. Viðmerking í gerðabókini:
“Hettar var øðrvísi dystur enn í Gundadali. Her vístu tit tykkum sum menn frá byrjan til enda.”
Afv.: Jógvan, Jákup Frants, Hans Elias, Jákup, Herman, Signar, Áku, Sam.
Ffv.: Hans Cederis, Jógvan og Birgir
1972
Hóast úrslitini í landskappingini í fótbólti fyrsta árið (1971) í meistaradeildini vóru so sum so, og liðið endaði aftast, so var felagið aftur umboðað í meistaradeildini kappingarárið 1972.
Úrslitini vóru nærum tey somu sum árið fyri, hóast flestu tapini vóru eitt vet minni. Og liðið endaði aftur aftast.
Felagið luttók eisini í landskappingini í fótbólti við piltum og dreingjum, umframt einum liði í meðaldeildini (2. deild). Eisini hevði felagið eitt smágentulið við í landskappingini í hondbólti.
Onkrir útlendingar, sum arbeiddu á Havsbrún í styttri ella longri tíðarskeið, vístu áhuga fyri ítróttini í bygdini og møttu upp á vøllinum og luttóku í venjingini.
Fundarbókin nevnir ein svenskara og ein danskara, sum vildu taka á seg at venja ávikavist meistaradeildarliðið í fótbólti og gentuliðini í hondbólti. Teir kravdu 10 krónur fyri hvørja venjing og 20 krónur, um teir noyddust at fara frá arbeiði fyri at venja.
Hvussu varð og ikki hoyra vit ikki meira um í fundarbókini.
1973
Meistaradeildarliðið hevur framvegis avbjóðingar við at klára seg í “fína selskapinum” í 1973. Men úrslitini gerast nakað betri. Samlaði málmunurin gjørdist -35 mál fyri 10 dystir, meðan hann var -43 í 1971 og -40 í 1972. Liðið endar aftur sum nr 6 av 6 liðum.
Felagið luttekur eisini einum dreingjaliði (føddir í 1957 ella seinni) og einum piltaliði (føddir í 1961 ella seinni) í fótbólti og einum gentu og einum smágentu liði í hondbólti.
Tað er ein ávís gongd í úrslitunum hjá yngru liðunum – bæði í 1972 og í 1973 – har piltarnir og dreingirnir vinna nakrar trivaliga sigrar.
Mynd 2: Hetta er ÍF-liðið, sum spældi 15. juli 1973 móti KÍ. Úrslitið gjørdist 3-0 til KÍ.
Afv.: Hjalmar Joensen, formaður, Jákup Frants Larsen, Óli Høgnesen (Leirvík), Áku Petersen, Birgir Thomsen, Eiler Jacobsen, Hanni Ellingsgaard og Grias Ellingsgaard. Ffv.: Herman Midjord, Kristian Eldevig, Jákup Joensen (Gøta), Hans Elias Joensen og Sam Jacobsen.
1974
Felagið luttekur í landskappingini í fótbólti í meistaradeildini, meðaldeildini, dreingjadeildini (1958 og yngri) og piltadeildini (1962 og yngri) umframt gentu- og smágentuliðum í hondbólti.
Meistaradeildarliðið endar aftur sum nr 6 av 6 liðum. Men nú er samlaða úrtøkan nakað væl betri. Liðið vinnur tveir dystir og fær tríggjar javnleikir, og málmunurin fer niður á -13 mál.
Onki er upplýst í gerðabókini um hvussu gekst hjá hinum liðunum í landskappingini.
Ørn Eyólfsson, venjari
Á vári í 1974 ger ÍF avtalu við Ørn Eyólfsson, sum kom úr Víkingi í Reykjavík í Íslandi, um at venja fótbóltsliðini hjá ÍF.
GÍ ynskti eisini at fáa Ørn sum venjara hjá teirra dreingjum og piltum. Feløgini og Ørn blíva samd um ein leist, har hetta letur seg gera. ÍF rindar Ørn lønina, men fær ein part endurrindaðan frá GÍ.
Ørn kravdi nógv av leikarunum. Í hvussu er hildu nakrir ÍF leikarar at venjingin var ov hørð. Hetta gekk út yvir uppmøtingina.
Í gerðabókini verður nógv gjørt burtur úr hesum. Vit geva gerðabókini orðið:
7. mai høvdu nevnd, venjari og leikarar fund á Muntra. Evnið var vánaliga uppmøtingin síðani farið varð út at venja – ja, heilt niður í 7-10 leikarar. Ørn vildi vita hví!
AA helt fyri, at tá teir spæla sunnudag, arbeiða fulla tíð mánadag eru menn illa fyri at venja mánakvøld. Skeyt upp at venja týskvøld heldur. BB tók undir við AA og helt, at tá menn dyst aftaná dyst stóðu sum eykaleikarar og heldur ikki sluppu inn í miðaldeildini, so mistu teir hugin til venjing.
DD helt tað vera ófyrigeviligt at møta so illa upp, tá felagið hevði lagt so nógv fyri at fáa ein venjara. Hetta var dovinskapur og manglandi áhugi – venjarin hevði ongan feil, men var ein dugnaligur maður. EE helt, at leikararnir høvdu onki annað at gera, enn at ganga undir tær treytir, ið venjarin álegði teimum.
GG segði út frá royndunum undanfarin ár, at um ÍF ikki fekk sær ein venjarar, so kundu vit ikki rokna við nøkrum úrsliti. Nevndin hevði fingið hendan venjaran eisini tí, at tað nú er viðtikið, at ringasta liðið í meistaradeildini flytur niður í miðaldeildina. Heitti á leikararnar um at taka seg saman, so skal nokk eitt hampiligt úrslit spyrjast burtur úr. ...
DD skeyt upp at spælararnir eitt kvøld um vikuna komu saman við venjaranum aftaná venjing og tosa um ymiskt viðv. venjing og dystum. Hetta fekk góða undirtøku. ...
Menn lovaðu at gera sítt besta, so venjarin kundi trívast, at venjingin skuldi blíva betri og ikki minst úrslitini í Landskappingini.
Ivaleyst hevur tað havt stóran týdning fyri úrslitini í landskappingini hjá meistaradeildarliðinum hjá ÍF, at felagið nú hevði ein venjara. Tí, sum nevnt omanfyri, so var týðulig framgongd, hóast liðið endaði aftast.
1975
Gerðabókin ger ikki so nógv burtur úr landskappingini hetta árið. Felagið luttekur við meistaradeildarliði, unglingum og dreingjum.
Ørn er venjari og úrtøkan hjá monnunum er á leið tann sama, sum árið fyri.
ÍF í finaluni
ÍF kom í finaluna í steypakappingini, Ísafjarðarsúlukappingini, við at vinna á 2-1 á VB suðuri í Vági. Í finaluni skal ÍF spæla móti HB.
Finalan er skipað sum tveir dystir – heima og úti. Í fyrra dystinum, sum var í Fuglafirði, vann HB 5-2. Málini hjá ÍF gjørdu Jákup Frants Larsen og Sam Jacobsen. Í seinna dystinum, sum var í Gundadali, endaði javnt, 2-2. Jákup Frants Larsen og Birgir Thomsen skutu málini hjá ÍF.
Unglingarnir føroyameistarar
Stóra hendingin hjá ÍF hetta árið er helst, at unglingaliðið gerst føroyameistari.
Í gerðabókini stendur:
28. september hevði ÍF lítla samkomu við nátturða í sambandi við, at Unglingarnir gjørdust Føroyameistarar 1975. Liðið tapti ongan dyst í árinum.
Leikarar: Meinhard Dalbúð, liðskipari, Kristian Petersen, Sonni Jensen, Finnur Eliasen, Ovi Joensen, Dávur Juul, Jan Nielsen, Kaj Eli Poulsen, Súni O Gaard, Haldur Ellingsgaard, Torkil Johannesen, Jógvan í Lon Jacobsen og Páll Øregaard, allir úr Fuglafirði. Úr Gøtu Jonn Jarnskor og Hans Leo í Bartalstovu.
Røður vóru hildnar og sangir sungnir.
Mynd 3: Unglingarnir, sum vinna FM í 1975:
Afv.: Jan Nielsen, Dávur Juul, Finnur Eliasen, Kaj Eli Poulsen, Torkil Johannesen, Kristian Petersen, Súni O Gaard.
Ffv.: Páll Øregaard, Meinhardt Dalbúð, Ovi Joensen, Hans Leo í Bartalstovu, Haldor Ellingsgaard, Sonni Jensen og John Jarnskor.
Aðrir leikarar: Jógvan í Lon Jacobsen
1976
Tað er ógvuliga avmarkað við upplýsingum um luttøkuna í landskappingini í 1976.
Meistaradeildini verður víðkað við einum liði, so tað nú eru sjey lið í kappingini. Hetta ger, at ÍF, sum annars skuldi flutt niður, varðveitir plássið í bestu deildini.
Nýggja liðið í meistaradeildini er NSÍ. Hini liðini í deildini øll árini síðani í 1971 vóru KÍ, ÍF, HB, B36, TB og VB.
ÍF gjørdist nr 6 av 7 liðum varðveitir tí plássið í meistaradeildini. Liðið vann sær 9 stig – tríggir sigrar og tríggir javnleikir. Nakrir av leikarunum á unglingaliðnum, sum vann meistaraheitið í 1975, eru nú at síggja í meistaradeildini.
Bretin, Ken Wibberly, er venjari hjá felagnum.
Mynd 4: Í 1976 ella 1977.
Í fundarbókini 14. september 1977 stendur, at Petur Larsen letur steyp til ÍF at kappast um. Leygardagin 8. oktober spæla Fram-MB. Vinnandi liði spælir sunnudagin móti ÍF.
Ymiskt er, sum talar fyri, at hetta er liðið, sum vann finaludystin móti MB.
1977
Umframt meistaradeildarliðið hevur felagið eitt meðaldeildarlið, dreingjalið, smádreingjalið og piltalið í landskappingini í 1977.
Úrslitini hjá meistaradeildarliðinum eru nú munandi betri enn árini frammanundan. Liðið endar sum nr 4 av 7 liðum. Seks sigrar og ein javnleikur, tilsamans 13 stig. Og fyri fyrstu ferð síðani felagið fór at luttaka í meistaradeildini, hevur liðið ein positivan málmun, + 10 mál.
Mynd 5: Helst 7. august 1977, ÍF-KÍ 4-1
Dave R Jones
Enn fleiri av unglingaliðinum frá 1975 eru lagstir aftrat besta liðinum, men Dave R Jones er, við sínum 14 málum, helst stóri profilurin í landskappingini í 1977. Dave R Jones kom úr býnum Liverpool saman við venjaranum Ken Wibberly til at spæla við ÍF.
Í gerðabókini er eitt sindur at lesa um samskiftið millum Ken og felagið um kappingarárið 1977, men eisini verður Dave nevndur í hesum brotinum.
Vit lata gerðabókini orðið:
6. januar er nevndarfundur saman við gomlu nevndini og fótbóltsnevndini.
Til viðgerðar er venjaraspurningurin. Drúgt prát - ikki minst um tað fíggjarliga viðvíkjandi venjaranum.
Ken nevnir í samskifti við Hjalmar, at ein leikari – Dave Jones – eru hugaður at koma við til Føroya at spæla við ÍF.
9. januar var nevndarfundur í skúlanum. Til viðgerðar venjaraspurningurin. Í bandaðari samrøðu sigur Ken, at hann hevur fingið boð um at koma aftur til Fuglafjarðar. ....
Lassi K segði honum, at nakrir limir bjóðaðu sær at útvega felagnum 20.000 kr. treytað av, at Ken kom aftur.
Nevndin ynskti, at tilboði frá limunum var skrivligt áðrenn endalig støða varð tikin. Og málið skuldi eisini leggjast fyri spælararnar.
Mynd 6: Dave Jones í dysti móti KÍ
Mynd 7: Dave Jones í dysti móti KÍ
1978
Umframt meistaradeildarliðið hevur felagið eitt meðaldeildarlið, dreingjalið, smádreingjalið og piltalið í landskappingini í 1978.
Bulurin á meistaradeildarliðinum er nú 5-6 leikarar, sum vóru við í 1971 og 5-6 leikarar, sum leiktu við unglingaliðinum, sum gjørdist føroyameistari í 1975. Harumframt er ein leikari frá 66-liðnum, Sam Jacobsen.
Mynd 8: Myndin omanfyri er úr bókini hjá Súna Merkisstein “Teir kundu væl listir og leikir.”
Ken Wibberley er framvegis venjari. Dave Jones er ikki við, men tveir aðrir bretar spæla við ÍF fyrstu dystirnar. Hesir fara tó skjótt avstað aftur.
Samstarvið við Ken Wibberley steðgar í juli mánað, og ÍF má finna sær annan venjara. Tað verður Petur Sigurð Rasmussen, sum stendur á odda fyri liðinum seinastu 6 dystirnar.
ÍF-liðið endar aftur sum nr 4 av 7 liðum í meistaradeildini.
Og liðið spælir seg í hálvfinaluna í steypakappingin, har teir møta TB. Fyrri dysturin er í Fuglafirði. ÍF vinnur 4-3. Í dystinum á Tvøroyri vinnur TB 2-1. Tí var neyðugt við longdari leiktíð. Har fær TB eitt mál og vinnur tí samanlagt.
Petur Sigurð Rasmussen sigur í samrøðu, at hann, eftir at seinasti dysturin varð leiktur, hevði sagt við leikararnar, at hann trúði at ÍF hevði góðar møguleikar at gerast meistarar í 1979.
Tað letur til at eisini nevnd og leikarar síggja stórar møguleikar í liðinum, og at tað kann rættiliga koma at gera seg galdandi í komandi kappingarári. Í hvussu er fer felagið at fyrireika seg til kappingarárið 1979 fyrr enn vanligt, eitt nú viðvíkjandi venjara.
Landsliðsleikarar
Eitt, sum vísir, at ÍF er við at gera vart við seg í fremstu røð í føroyskum fótbólti, er at felagið byrjar at hava leikarar við á landsliðunum.
Skal ikki gera so nógv burtur úr hesum í hesum umfari, men bert vísa til yvirlitið niðanfyri, sum er fyri árini 1971-75:
• Signar Hansen, eyka, juni 1971, FO-Orkunoyggjar 1-1 og á pressuliðnum
• Sam Jacobsen, juli 1972, Ísland-Føroyar 3-0
• Áku Petersen, juni 1973, Hetland-FO 5-1 og Orkunoyggjar-FO 2-1 (0-1 Áku)
• Herman Midjord, juli 1974, FO-Ísland 2-3. Juni 1975, Ísland-FO 6-0. juni 1976 FO-Ísland 1-6
• Birgir Thomsen, juni 1975, Ísland-FO 6-0
• 1975 Unglingalandsliðið: Kaj Eli Poulsen og Meinhardt Dalbúð. Eykaleikarar: Kristian Petersen, Sonni Jensen og Hans Leo í Barthalstovu.
Mynd 9: Sam Jacobsen, fyrsti ÍF’ari á A-landsliðnum, og liðfelagar áðrenn dystin móti Íslandi 12. juli 1972.
Myndin omanfyri er úr bókini hjá Súna Merkisstein “Teir kundu væl listir og leikir.”
Mynd 10: Myndin omanfyri er úr bókini hjá Súna Merkisstein “Teir kundu væl listir og leikir.”
Mynd 11: Úr bókini hjá Súna Merkisstein “Teir kundu væl listir og leikir.”
Endi
Tað er onki at taka seg aftur í, at ÍF gerst meira og meira framsøki hesi árini frá 1966. Ikki minst er tað unglingaliðið í 1970 og 1975 sum gerst bulurin undir tí liðinum, sum í 1977 og 1978 tekur kappingina upp við tey betru liðini í meistaradeildini.
Í næsta søgubrotið, søgubroti 14, verður tað 1979, sum verður í miðdeplinum.
Tað hendir sjálvsagt so ómetaliga nógv annað hesi árini fram til 1978. Men fokusið í hesum báðum søgubrotunum – nr 12 og 13 – er fótbólturin og fremsta fótbóltsliðið hjá felagnum.
Vøllurin, húsið, kappróðurin, hondbólturin, flogbólturin, formenn, nevndarlimir, tað fíggjarliga og so mangt, mangt annað er ella verður lýst í øðrum søgubrotum.
***
GG! Hetta “søgubrotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.
Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fuglafirði – serliga fótbóltin, hondbóltin, kappróðurin og flogbóltin.
Teldupostur: [email protected]