Vegurin frá Fuglafjarðar Ítróttarfelag/FÍ til Ítróttarfelag Fuglafjarðar/ÍF
Søgubrot 3 - Petur Simonsen skrivar.
Í Søgubrotið 2 varð víst á, at navnið “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” longu stendur í gerðabókini hjá Fuglafjarðar kommunu í februar 1941. Hetta kemst av, at felagið hevur søkt “um árligan studning til eina fótbóltsplenu”. Og árið eftir er aftur umsókn frá “Ítróttarfelag Fuglafjarðar”.
Niðurstøðan í Søgubrotið 2 er, at “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” helst er tað navnið, sum hevur verið brúkt í samskifti og manna millum í fyrru helvt av 1940’unum, og ikki “Fuglafjarðar bóltfelag”, sum er navnið á felagnum, sum varð stovnað 9. februar 1938.
Fuglafjarðar Ítróttafelag stovnað
Tann 25. mars 1946 verður “Fuglafjarðar Ítróttafelag” stovnað. Elsta gerðabókin hjá felagnum, eg havi atgongd til, er frá 1955, og fyrsti fundurin er dagfestur 31. august hetta árið. Í frágreiðingin frá fundinum stendur m.a., at “nevndin fyri Fuglafjarðar Ítróttafelag kom saman til fundar. Allir limir møttir.” Síðani minnir Herluf Berthelsen, sum tá var formaður, á “Lóg fyri Fuglafjarðar Ítróttafelag”. Øll lógin, sum hevur 10 greinar, verður síðani endurgivin í gerðabókini. Um hetta er tann upprunaliga útgávan – tann frá 1946 – ber ikki til at siga, men ivaleyst er hon á leið tann sama.
Vit skulu ikki endurgeva lógina fyri felagið her, men bert taka grein 1 burturúr. Grein 1 ljóðar soleiðis: “Felagið eitur Fuglafjarðar Ítróttafelag, tað er stovnað 25. mars 1946 og hevur heimstað í Fuglafirði.” Ivaleyst er tað av málsligum orsøkum, at navnið á felagnum er “Fuglafjarðar Ítróttafelag” og ikki “Ítróttafelag Fuglafjarðar”. Og uttan iva hevur Herluf Berthelsen, sum var málkønur lærari, sín lut í hesum. Men stuttstavað, verður “Fuglafjarðar Ítróttafelag” til “FÍ”. Og tað er ikki tað mest sjálvsagda navnið at siga í dagligari talu og enn minni í einari spentari støðu á vøllinum!
Nevndin, sum varð vald, tá Fuglafjarðar Ítróttafelag varð stovnað 25. mars 1946, og sum sat til 1958. Esman Jacobsen kom tó í nevndina fyri Martin Johannesen.
Fv.: Magretha Johannesen (einkjan eftir Martin), Sofus Eliasen, Poul J Hansen, Obert Eliasen og Herluf Berthelsen, sum var formaður øll árini.
Myndin er tikin á 40-ára veitsluni hjá felagnum, sum var í Ítróttarhøllini á Kambsdali 25. mars 1986.
Myndin er lænt úr myndasavni, sum Signar á Brúnni hevur savnað.
ÍF og Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Í gerðabókini frá 1955 til 1958, verður hvørja ferð skrivað: “.. kom nevndin fyri Fuglafjarðar Ítróttafelag saman til fundar”. Men tá tað í gerðabókini tann 15. desember 1957 verður greitt frá eini “.. innbjóðing frá Gomlum bóltspælarum í Fuglafirði til fótbóltskapping um silvursteyp millum fótbóltsliðini í Leirvík, Gøtu, Eiði og Fuglafirði”, verður “Fuglafjarðar Ítróttafelag” í kappingaryvirlitinum stuttstavað sum “Í.F.”
Gerðabókin 1955, síða 1. Lóg fyri Fuglafjarðar Ítróttafelag, sum varð stovnað 25. mars 1946.
Í august 1958 kemur innbjóðing frá keypmonnum í Nes sókn um eina ferðasteypakapping millum hondbóltsliðini (kvinnur) í Stranda Ítróttarfelag, Tjaldrinum og “Ítróttarfelag Fuglafjarðar”. Og í yvirlitinum hjá Ítróttasambandi Føroya í 1948 yvir ítróttafeløg verður felagið úr Fuglafirði nevnt “Ítróttafelag Fuglafjarðar”. Hesi dømi vísa, at sjálvt um formliga navnið er “Fuglafjarðar Ítróttafelag”, so verður “ÍF” ella “Ítróttafelag Fuglafjarðar” brúkt í sambandi við kappingar og av feløgum og felagsskapum hesi árini. Teir, sum skriva undir hesi árini, eru: Herluf Bertelsen, formaður, Obert Eliasen, Poul Jacob Hansen og Sofus Eliasen, allir stovnarar av felagnum, og so Esman Jacobsen. – Martin Johannesen var í nevndini, sum varð vald í 1946. Men hann var sjómaður og ivaleyst so nógv burtur, at Esman Jacobsen er komin í hansara stað.
Yvirlit yvir feløg í Ítróttasambandi Føroya í 1948. Her er felagið nevnt “Ítróttafelag Fuglafjarðar”.
Í frágreiðingini frá nevndarfundi tann 14. mars 1959 stendur skrivað í gerðabókini “nevnd ÍF’s”. – Hetta er helst fyrstu ferð í gerðabókini, at “ÍF” verður knýtt at sjálvari nevndini í felagnum. Har stendur: “Viðtikið varð at senda bræv til Fuglafjarðar sóknarstýri við áheitan um fund millum nevnd ÍF’s og sóknarstýrið viðvíkjandi serstakari “stadionnevnd”. Nú eru tað Petur S Rasmussen, formaður, Judith Róin, Eilif Samuelsen, Ásvør Thomsen og Arnold Abrahamsen, sum skriva undir gerðabókina. Í frágreiðingunum í gerðabókunum næstu árini verður felagið nærum bara nevnt “ÍF” ella “Ítróttarfelag Fuglafjarðar”. – Onkra einstaka ferð verður kortini skrivað “Fuglafjarðar Ítróttafelag”.
ÍF-flaggið frá 1959. Onkuntíð nevnt “Dýnan”.
Onki er at ivast í, at snøgga navnið “ÍF” er munandi betri vælegnað á leikvøllinum og í dagligari talu enn “FÍ”. Og ivaleyst er tað eisini stuttstavingin “ÍF”, sum ger, at felagið við tíðini fær navnið “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” – eisini áðrenn nøkur formlig broyting er gjørd í lógunum fyri felagið. Hesi bæði – “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” og “ÍF”, hvørt um annað – er tað, sum frá 50’unum oftast varð brúkt í dagligari talu millum fólk, í skrivligum samskifti, í roknskapum, í kappingum, á búnum, sum búmerki, á fløggum, í miðlunum v.m. Og soleiðis minnast vit, sum vóru virkin í felagnum í 50’unum og seinni, tað eisini.
Kann til stuttleika leggja aftrat, at roknskapurin fyri felagið í 1981 hevur heitið “Ítróttarfelag Fuglafjarðar”, meðan roknskapurin fyri innrættanina av kjallaranum í Ítróttarhúsinum sama árið hevur heitið “Fuglafjarðar Ítróttarfelag”!
Viðtøkubroyting í 1989
Sum nevnt, so er navnið á felagnum “Fuglafjarðar Ítróttafelag". Men í “Lógir fyri Fuglafjarðar Ítróttarfelag”, sum eru endurskoðaðar í 1976, er “ÍF” skoytt uppí navnið. Men í oktober 1989 verða ymsar broytingar gjørdar í lógunum fyri felagið. Tá verður eisini endaliga staðfest, at formliga navnið er “Ítróttarfelag Fuglafjarðar”, stuttstavað “ÍF”.
Samanumtikið kann sigast, at vegurin hevur bæði verið drúgvur og krókutur til felagið formliga kundi kalla seg “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” – knapt 50 ár! Men “drúgt er tað, ið drýpur” verður jú sagt!
Og munnu ikki flestu fuglfirðingar bara yppa øksl at hesum “nørdarínum” um navnið á felagnum og siga: “Ja, men, soleiðis hevur felagið jú altíð itið í mínari verð – Ítróttarfelag Fuglafjarðar og ÍF!”
***
GG! Hetta “søgubrotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.
Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fuglafirði – serliga fótbóltin, hondbóltin, kappróðurin og flogbóltin.
Teldupostur: [email protected]