Av sandinum niðan í Fløtugerði
Søgubrot 4 - Petur Simonsen skrivar.
Tað er heilt vist, at tað var ein avbjóðing at finna eitt hóskandi stað at leggja ein fótbóltsvøll í Fuglafirði. Tað frætta vit nærri um niðanfyri.
Men hinvegin kunnu vit siga, at vøllurin í Fløtugerði liggur so avbera væl. – Hann er mitt í bygdini, tætt við skúlan og er eitt sjálvsagt spælipláss hjá børnum og ungum uttanfyri vanligu venjingartíðirnar. Harafturat er tað veðurgott við vøllin, og áskoðararnir hava av náttúrugivnum orsøkum framúr útsýni yvir vøllin.
Fara vit 100 ár ella meira aftur í tíðina, ja, so var ongin fótbóltsvøllur í Fuglafirði, men spælt varð á Sandinum. Og tá eiðismenn á heysti í 1939 skriva bræv til feløgini um Eysturoyarkappiningina 1939-40, verður til endans sagt: “Kampin í Fuglafirði hava vit einki ímóti at flyta vegna streymforhold, um tað er neyðugt.” (sí Søgubrot 1). – Ivaleyst hugsa eiðismenn meir um flóð og fjøru á Fuglafirði enn um útróðrarlíkindi í Djúpunum. Tí var flóð, ja, so var sandurin í ikki nóg stórur til at spæla ein fótbóltsdyst!
Sigurð Petersen hevur tikið myndina í 1932. Myndin vísir, at sandurin er rættiliga stórur.
Úr fundarfrásøgnini 31. august 1955
Í Søgubroti 2 varð nevnt, at Fuglafjarðar kommuna í 1941 og 42 játtar Ítróttarfelag Fuglafjarðar “studning til leikvøll”.
Í fundarfrásøgnini 31. august 1955 hevur formaðurin, Herluf Berthelsen, rættiliga neyva frágreiðing um hvussu vøllurin í Fløtugerði gjørdist veruleiki. Niðanfyri taka vit nøkur brot burtur úr hesi frágreiðingini.
Herluf skrivar: “Sum monnum kunnugt, hava fuglfirðingar leikað fótbólt á Sandinum síðani aldarskiftið. Tá var Sandurin stórur og slættur og góður at leika á.
Av og á vóru røddir frammi um at fáa ein leikvøll á turrum lendi, tí bert kundi verða leikað, tá ið fjøra var í sjónum, og var flóðin til bága fyri mangan dyst.
Í 20’unum varð talað um at gera leikvøll undir Ryggi á Kambsdali. Fyrst í 30’unum varð sett á at grava á Bjarnafløtum, og miðskeiðis í 30’unum varð sett á at grava á Oyruni vestur í Dal. Men onki av hesum arbeiðum kom longur enn til eina byrjan – og varð so steðgað.”
Mynd 2 vísir hvar talan hevur verið um at gera leikvøll.
1 Sandurin;
2 Undir Ryggi á Kambsdali;
3 Bjarnafløta;
4 Oyruni Vestur í Dal;
6 Fløtugerði.
Økið inn frá Kaiin (5), sum varð vígd í 1949, var neyvan ætlað til fótbólt og hondbólt, men bleiv brúkt til hetta í knapt 10 ár.
Á mynd 2 síggja vit støðini í Fuglafirði/Kambsdali, sum sambært fundarbókini hava verið uppá tal til at gera leikvøll.
Sandurin mann hava verið brúktur sum fótbóltsvøllur – meir og minni – til í 40’num. Tá minkaði sandurin rættiliga nógv, tí tikið varð av honum til m.a. at stoypa við.
Nýggj kai varð bygd í seinnu helvt av 40’unum, og hon varð vígd í 1949, tá Smiril (II) sum fyrsta skip legði at bryggju. Smiril hevði tá eisini rutusigling til m.a. Fuglafjarðar.
Økið, sum lá inn frá sjálvari kaiini og niðan móti bakkanum og vegnum, var neyvan ætlað til vøll, men umstøðurnar gjørdu tað neyðugt og møguligt at brúka tað til hondbólt og fótbólt, tá sildatunnur, reiðskapur og annað, sum hevði við fiskivinnu at gera, ikki tók alt plássið.
Fuglfirðingar hava tí helst leikt fótbólt og hondbólt á kaiini frá seinast í 40’unum til vøllurin í Fløtugerði varð tikin í brúk í november 1956.
Smádreingir spæla fótbóltsdyst á kaiini í 50-unum.
Kvinnurnar spæla hondbólt á kaiini. Helst á Varmakeldu.
Fuglfirðingar – í stríputum blusum – spæla fótbólt á kaiini. Helst er tað móti manning av skipinum, sum liggur við bryggju – einum stórum russiskum móðurskipi.
Hvussu ítøkiligar ætlanirnar hava verið at gera vøll úti á Kambsdali, á Bjarnafløtu og Vesturi í Dal er eitt sindur ógreitt. Veit ikki annað um tað, enn tað sum stendur í fundarbókini. Har stendur: “Men onki av hesum arbeiðum kom longur enn til eina byrjan – og varð so steðgað.”
Tó er ein rokning til frá Innandalshaganum til “Fuglafjarðar bóltfelag”. Teksturin er: An Leiga fyri 1939 á 10 kr. Hans Toftegaard váttar, at rokningin er “betalt”.
Og niðanfyri er “Afskrift” av leiguavtalu millum eigarar í Innandals haga og umboð fyri Fuglafjarðar bóltfelag um eitt øki á 104 x 52 metrar. Helst er hetta í 1939.
Leiguavtala millum eigarar í Innandals haga og Fuglafjarðar bóltfelag.
Vit lata orðið aftur til Herluf Bertelsen (fundarfrásøgnin 31. august 1955):
“Tá er tað, at menn fara at tala um at fáa gjørt leikvøll í Fløtugerði.
Tann 15. november 1940 verður fyrsti jarðarteigurin keyptur í Fløtugerði, og fyrireikar Fuglafjarðar ungdómsfelag eitt ár frameftir keyp av lendi í smáum.
Farið varð undir at arbeiða, men smátt gekk. Peningurin var eingin.
Í 1942 verður nivellement gjørt av leikvølli av stødd 45 x 95 m og kort fingið til vega.
Nú sást, at tað, ið arbeitt var, lá ov lágt.
Í 1943 verður ein Leikvallarnevnd sett. Hon skal hava byggingina av vøllinum undir hond.
... Í 1946 vórðu mátini á vøllinum vaksin til 55 x 105 m.
... (1949) Tað hall, sum ætlað var, at vøllurin skuldi hava, varð nú burturtikið á kortinum, og varð so arbeiðið sett í verk.”
Í hesum brotinum av fundarfrágreiðinigini, síggja vit, at ítøkiliga arbeiðið at gera vøll í Fløtugerði byrjar í november 1940, tá fyrsti jarðarteigurin verður keyptur.
Vit kunnu eisini festa okkum við, at “Fuglafjarðar ungdómsfelag” verður nevnt í frágreiðingini. – Tey, sum vita meira um hetta felagið at siga, eru hjartaliga vælkomin at lata frætta frá sær!
Í Søgubrotið 1 stendur: “... at fyrsti dysturin á nýgjørda vøllinum á Mølini var í 1916, og at hann var móti fuglfirðingum. – Har verður eisini sagt, at vøllurin var í minna lagi, so avtalað varð, at leikast skuldi við níggju monnum á hvørjum liði.“
So hetta, við at hava vallir, sum eru minni enn tað, vit kenna í dag, hevur neyvan verið óvanligt tá. Tí eisini vøllurin í Fløtugerði skuldi eftir upprunaligu ætlanini verða 45 x 95 m.
Bæði lendið, kostnaður og “vánalig” amboð hava helst gjørt sítt til, at minstamátið sambært fótbóltslógunum fyri ein fótbóltsvøll, sum tá var 90 x 45 m, var nøktandi.
Ismar Joensen hevur tikið myndina í 1959. Tað er týðuligt, at vøllurin í Fløtugerði ikki er breiður.
Men tá vøllurin varð tikin í brúk í 1956 vóru 10 metrar lagdir aftrat longd og breidd, tvs at nú var hann 105 x 55 m. Og hesi mátini hevði vøllurin til 1979. Tá varð sjálvur leikvøllurin breiðkaður umleið 10 metrar og longdur eitt vet.
Tað gingu sostatt júst 16 ár, frá tí fyrsti teigurin varð keyptur (november 1940), til vøllurin varð vígdur (november 1956).
Til endans í fundarfrágreiðingin 31. august 1955 verður drigið samanum byggingina. Har stendur: “... leikvøllurin kostar higar til dags kr. 154.000 kr.
Peningurin er fingin soleiðis: Fuglafjarðar kommuna hevur veitt kr. 80.500, Føroya løgting kr. 23.000 og fuglfirðingar á ymsan hátt kr. 35.400.” (tils. kr. 138.900).
Harumframt er tilsøgn frá “danska undirvísingarmálaráðnum á kr. 24.500 undir ymsum treytum”.
Í fundarfrágreiðing tann 19. februar 1956 stendur:
“Roknskapurin fyri leikvallarbyggingina frá 1943 til árslok 1955 varð framlagdur og er hesin:”
• Undirlendi kr. 13.133,03
• Arbeiðsløn - 116.729,38
• Spreingievni - 3.854,00
• Tilfar og amboð - 29.154,13
• Aðrar útreiðslur - 3.951,23
Tilsamans kr. 166.821,77
Og í fundarfrágreiðing tann 21. oktober 1956 stendur: “Til viðgerðar var vígslan av leikvøllinum. Samtykt varð at víga vøllin sunnudagin tann 11. november og bjóða fótbóltsspælarum av Eiði og honbóltsgentum úr Klaksvík at leika. Annars varð mangt og hvat umtalað viðvíkjandi vígsluni og gestum og veitsluna.”
Og vígslan av vøllinum varð sum ætlað 11. november 1956, og við gestandi liðum av Eiði og úr Klaksvík.
Skrúgonga í sambandi við vígsluna av vøllinum í Fløtugerði 11. november 1956.
Fuglfirðingar – kvinnur og menn, eiðismenn og klaksvíkskvinnur.
Vakra grótlaðingin er sera sjónlig á myndini.
Fótbólturin var nú farin av Sandinum, umvegis kaiina, niðan í Fløtugerði! Somuleiðis hondbólturin!
Frá vígsluni av vøllinum 11. november 1956. Hvør er maðurin, sum stendur mitt fyri?
Helst er hetta nakað áðrenn vøllurin varð vígdur og endaliga tikin í nýtslu.
Stórt skip liggur við bryggja – kann tað hava nakað við dystin at gera?
Í hesum søgubrotinum eru vit ikki komin inn á, hvussu tað hevur sæð út fíggjarliga hvørt árið – um studning frá myndugleikum; um pengar, sum komu inn við serligum átøkum í bygdini; um innsavningar millum limir og bygdafólkið. Heldur ikki verður greitt neyvt frá um byggingina og frá tí byggitekniska. – Kanska verður annað høvi at koma nærri inn á hetta.
Men samanumtikið kunnu vit siga, at vøllurin í Fløtugerði hevur verið ein sera framsøkin og kostnaðarmikil byggiverkætlan, sum bygdin og bygdafólkið sum heild stóðu saman um, og har sera dugnaligar eldsálir skipaðu fyri og áhaldandi gingu undan.
Vøllurin stendur í dag sum eitt hugtakandi bygningsverk mitt í bygdini – ein varði, sum minnir okkum á framskygni, vilja, miðvísi og dugnaskap.
Lutherus í Tøðuni (Joensen), var ein av teimum, sum stóðu fyri grótlaðingini.
Herluf Berhelsen, sum var formaður í ítróttarfelagnum øll árini, vøllurin stóð í gerð.
Myndirnar eru frá hátíðarhaldinum flaggdagin 1980 í sambandi við, at vøllurin varð breiðkaður og umvældur í 1978-79.
***
GG! Hetta “søgubrotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.
Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fuglafirði – serliga fótbóltin, hondbóltin, kappróðurin og flogbóltin.
Teldupostur: [email protected]