Ítróttarfelag Fuglafjarðar

Varmakelda – leysir endar frá 50’unum!

Søgu­brot 5 - Petur Simonsen skrivar.

Keldan, sum hevur givið stevnuni navnið Varma­kelda, liggur undir Leirvíks­fjalli, niðri við sjóvar­málan á Fugla­firði. Somuleiðis hevur Varmakeldu­eiðið navnið eftir kelduni - VARMAKELDA.

Mynd 1: Úti á Varma­keldu við útsýni inn á Fugla­fjørð.

Tað søguliga

Í grein í 14. September, 29. juni 1957, stendur:
“Gomlu Jóansøku­nátt (náttin millum 4. og 5. juli) stevndu fólk úr ymsum ættum á Varma­keldu til hásummar­samkomu. Vár­róðurin hevði væl roynst toluligur, og torvið innborið; var ein skái til hoyggingina, so tað lá væl fyri at taka sær á løttum ein dag og hitta skyld­fólk og kenningar úr øðrum bygdum á Varma­keldu, fáa sær upp í munnin úr kelduni – tað var heili­vágur fyri flestu sjúkur – og hava ein vatn­sopa heim við í einum­hvørjum ílati, og so sláa ring á helluni, har kvæði og kempu­vísur ljómaðu um haga og sjógv og dvørga­mál svaraði í homrunum – soleiðis var hásummar­samkoman, sum styrkti og lívgaði lív og sál. – Sí mynd 1.
Tíðir skifta! – Hetta var undan penisilininum!
- Fuglfirðingar ætla at halda Varma­keldu sunnudagin 7. juli við ymsari ítrótt, fólka­fundi, basari og kvøld­setu.”

Havi ikki sjálvur gjørt neyvar kanningar av tí, men Theodor (ivaleyst Jacobsen) sigur í Fjarð­búgvanum 1. juli í 1971, at hann fáar dagar framman­undan hevði mált hitan í kelduni at vera 19,2 hita­stig. Í ánni, 5 metrar frá, máldi hann 12,1 hita­stig.
Fara vit longur aftur í tíðina, segðist keldan at vera so heit fyrst í juli, at fliður kundu loypast í henni.

Hvussu er og ikki, um tað er fyri at loypa fliður, ella av heilsu­ligum, romantiskum, familierum, sosialum ella mentanar­ligum ávum, so hava fólk stevnt til Varma­keldu á gomlu Jóan­søku á hvørjum ári tað vit vita um. – Heildirnar siga í meira enn fýra øldir.
Varmakeldan er tí ivaleyst elsta summarstevnan í Føroyum, tá Ólav­søkan er undantikin.

Varmakeldan 1951-58

Tað var tí ikki av ongum, at ítróttar­felagið í bygdini, tók hendan sjálv­sagda møguleikan til sín og fór at skipa fyri summar­stevnu fyrsta viku­skiftið í juli. Ein stevna, har ítróttin var bulurin, men har tað søguliga, mentanar­liga og sosiala eisini hevði sítt stóra pláss.
Hóast tað hevur verið eitt sindur skiftandi hvussu nógv rúm løtan á helluni úti á Varma­keldu hevur havt í skránni, so hevur kortini verið hildið fast við hesa sið­venjuna øll árini.

Í gerða­bókunum hjá ÍF verður Varma­keldan (Varmakeldu­stevnan) nevnd fyrstu ferð í frágreiðingini fyri árið 1951. Tá komu 3.400 kr. inn í sambandi við sjálva Varmakeldu­stevnuna. Hesin peningurin fór allur til leik­vøllin.
Til stuttleikar kann nevnast, at sama árið gav basarurin 8.200 kr. til leik­vøllin, sjón­leikurin “Mongum brestur ætlan” 1.000 kr. og kvøld­skemt 500 kr. Harumframt lat Fugla­fjarðar Sang­felag 1.000 kr. til vøllin.
Næstu árini, til 1955, verður Varma­keldan nevnd í gerða­bókini, men fíggjarliga avkastið er so sum so.
Í 1958 er burtur­luting á Varmakeldu sum gevur 2.975 kr. í kassan.

Rakibløð sum premia

Eilif Samuelsen greiðir frá í samrøðu, at svimjing á sjónum var ein partur av Varmakeldu skránni í 50 -unum. Svomið varð frá brúnni hjá Haraldsen til Piddasa brúgv.
Eilif vann einu kappingina. Virðis­lønin var ein eskja við raki­bløðum!

Onki stendur um kappróður í gerða­bókini hjá ÍF hesi árini, men í kassa­bókini eru onkrar minni útreiðslur til kappróðrar­bát – ivaleyst er tað til Tofta­bátin. Kappróður hevur tí helst verið á Varmakeldu okkurt árið í 1950-unum. – Sí myndirnar 4 og 5.

Skiftið í 1959

Hevði samrøðu við Petur Sigurð Rasmussen, Arnold Abrahamsen, Eilif Samuelsen og Annu Larsen, hvør sær, á heystið í 2018. Tað er greitt, at teirra fatan av støðuni er, at ÍF og felags­lívið í bygdini ikki var serliga livandi í seinnu helvt av 50-unum.

Tað kann hugsast, at ódnar­takið – praktiskt og fíggjarliga – at fáa vøllin í Fløtugerði lidnan, hevði kravt so nógv av nevndini, sum hevði sitið síðani stovnanina av felagnum í mars 1946, at orka var ikki til so nógv á tí ítróttarliga økinum. Heldur ikki til at fyriskipa eina spennandi og fram­fýsna skrá til Varmakelduna, nú praktisku fyri­treytirnar við nýggja vøllinum vóru munandi betri.

Fyrstu ferð nakað verður nevnt í gerða­bókini um fyrireikingar og skrá í sambandi við Varmakeldu­stevnuna, er í 1959.
Teir gomlu – Herluf Berthelsen, Obert Eliasen, Poul Jacob Hansen, Sofus Eliasen og Esman Jacobsen – høvdu nú lagt frá sær, og yngri kreftir høvdu tikið við.
Petur Sigurð Rasmussen, Eilif Samuelsen, Arnold Abrhamsen, Judith Róin og Ásvør Thomsen vórðu øll vald í nevndina á aðal­fundinum 10. mars 1959.

Nývalda nevndin liggur ikki á boðunum, men fer beinanvegin miðvíst undir at fáa felagnum størri undirtøku í bygdini við m.a. at tekna nýggjar limir. Á ítróttarliga økinum verður meira lagt fyri við bæði hondbólti og fótbólti.
Og so verður eisini avgerð tikin um at keypa nýggjar reyðar hondbólts­troyggjur – bæði til kvinnur og menn. – Meira um hetta í einum seinni søgu­broti! Tó kann sigast, at búnin, ítróttar­fólkini vóru í til skrúð­gonguna á Varmakeldu í 1959, vakti undran hjá summum.

Varmakeldan 1959

Í gerða­bókini verður greitt frá stevnuni í 1959. Haldi, at tað er viðkomandi at endurgeva frágreiðingina soleiðis, sum hon stendur í gerða­bókini. Ein frágreiðing, sum vísir líkheitir til tær Varmakeldu­stevnurnar, vit hava í dag, umleið 65 ár seinni. Samstundis vísir frágreiðingin á tær sera stóru broytingarnar, sum eru farnar fram hesi árini.

Í gerða­bókini stendur:
Stevnan varð hildin 3 og 4. juli og skráin var hendan:

Leygardagin 3. juli
Kl. 16 Hondbóltur.
Her spældu fýra manslið fyrstu dystirnar um steyp givið av S.P. Petersens Eftf.
• ÍF – KÍ (14–5), vinnari ÍF
• StÍF – NSÍ (10-6), vinnari StÍF
Kl. 19 Fótbóltsdystur ÍF – Niels Ebbesen (3-4)
Kl. 21-23 Almennur dansur
Kl. 23 Farið varð út á Varmakeldu við bátum og bilum.
Á helluni var ógvuliga stór mann­fjøld saman­komin – bál brendi.
E.A. Reynberg helt røðu, sangkórið við H. Berthelsen sang, og síðani varð farið upp á helluna til føroyskan dans.
Føroya útvarp var til steðar við band­upptakara.

Sunnudagin 4. juli
Kl. 11 Guðstænasta við T. Beder
Kl. 13:30 Skrúðgonga – øll skúla­børnini og ítróttar­fólk við Klaksvíkar horn­orkestri á odda. Endað varð við fólka­fundi á fiska­stykkinum. Jóannes av Skarði flutti fram røðu.
Kl. 15 Hondbóltur ÍF – Kyndil (kv. I) og ÍF – Kyndil (kv. II). Úrslit 6-5 og 4-1.
Hetta vóru steypa­dystir, har ÍF hevði latið tvey smá silvur­bikar at kappast um til ognar. ÍF vann bæði steypini, og eru tey sostatt ogn felagsins.
Triði hondbólts­dysturin var finalan millum vinnararnar frá leygardegnum, nevniliga StÍF og ÍF.
ÍF vann hendan dystin so stórt sum 19-9 og ognaðist steypið fyrsta árið.
Kl. 17 Klaksvíkar horn­orkestur konsert
Kl. 19 Fótbóltur old-boys ÍF og KÍ. Her vann KÍ 8-2
Kl. 21 Sýslumaðurin trekti seðilin uppá ferða­radio, ið ÍF lutaði burtur á stevnuni.
1.000 seðlar á 2 kr vóru seldir.
Síðani var enskur dansur í Dansi­stovuni og føroyskur dansur í Turki­húsinum hjá Haraldsen alla náttina. Eisini hevði ÍF premiu­skjótin í kjallaranum hjá Haraldsen. – Fleiri matsølur vóru.
Ein væleydnað stevna!

Í roknskapinum sæst, at Varmakeldan 1959 netto gav 5.402,11 kr.

Í hesum søgu­brotið er skrúð­gongan, kapp­róður, búnar, hond­bóltur o.a. nevnt. Ætlanin er at hyggja nærri at hesum í seinni søgu­brotum. – Sí myndirnar 2 og 3.

Endi

Við tíðini eru fleiri summar­stevnur komnar aftrat kring landið um­framt fleiri festivalar og mentanar­dagar. Hvussu fram­tíðin hjá Varmakeldu­stevnuni og hinum meira sið­bundnu summar­stevnunum sær út, er ilt at vita.
Haldi, at vit kunnu siga, at eitt ný­brot hendið við Varmakeldu­stevnuni í 1959. Og okkurt ný­brotið hevur verið síðani. Men tað er avgjørt ein týðandi uppgáva hjá myndug­leikunum, ítróttar­feløgunum og mentanar­berunum í bygdini at skipa so fyri, at fólkið tekur stevnuna til sín. Hvussu tað skal gerast, hava onnur helst eitt betri svar uppá. Men tað berandi var, er og eigur at vera sjálv Varma­keldan!

Skal enda við yrking hjá Hilmari Petersen, sum hann yrkti í juni í 1956. Hilmar helt røðu úti á Varmakeldu í 1960, har hann endaði við at lesa hesa sera vøkru yrkingina.

Sólin bjørt á vestur­leið // gyllir skýggjarendur, // yvir fjalla­tindar steig // - síðstu heilsan sendir. // Summar­kvøldið rennur blítt, // móti hvíldum stundar. // Meðan lotið andar lýtt, // heiða­fuglur blundar. // Slík ein føroysk summar­stund // er mær himmal­glottin. // Stevnir okkum øll á fund // jóansøku­náttin.

Mynd 2: Varmakeldan 1959 – fólkafundur á Muntra.
Fremst í skrúð­gonguni eru Sonja Hansen, Petur Sigurð Rasmussen og Eilif Samuelsen. Tey trý, eins og aðrir ÍF-leikarar, eru í reyðum troyggjum, hvítum buksum og reyðum/hvítum hosum. Ivaleyst er hetta fyrstu ferð, at ÍF leikarar eru í reyðu troyggjunum.
Bláa flaggið, “ÍF-flaggið”, sum Petur Sigurð ber, er eisini nýtt. Onkuntíð varð tað í skemti kallað “Dýnan”, tí tað var so tjúkt og tungt. Vit kunnu eisini festa okkum við hvussu nógv eru við í skrúð­gonguni – Klaksvíkar horn­orkestur, leikarar úr vitjandi ítróttar­feløgunum og skúla­børn. Og ikki minst tað, at so nógv fólk er møtt upp til løtuna.

Mynd 3: Varmakelda 1959.
Á myndini sæst, at sera nógv fólk eru við í skrúð­gonguni.
Skúla­børnini eru í hvítum klæðum.

Mynd 4: Kappróðrarbátur á Fuglafirði í 50-unum.
Ragvald Joensen er róðurs­maður, men hvørjir eru hinir? Og man hetta vera Tofta­báturin?

Mynd 5: Kvinnur leika hondbólt á kaiini.
Hetta er áðrenn vøllurin í Fløtugerði varð tikin í brúk.
Helst er tað á Varmakeldu. Men nær? Og hvørjum leika fuglafjarðar­kvinnur í móti?

***
GG!
Hetta “søgu­brotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.

Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fugla­firði – serliga fót­bóltin, hond­bóltin, kapp­róðurin og flog­bóltin.

Teldupostur: [email protected]