ÍF-búnin - hvítur og bláur til reyður og hvítur
Søgubrot 6 - Petur Simonsen skrivar.
“ÍF leikarar – kvinnur og menn – eru reyðir og hvítir”, verður sagt – “reyðar troyggjur og hvítar brøkur”.
Jú, soleiðis hevur tað verið fyri tað mesta seinastu mongu árini. Men fara vit góð 60 ár ella longur aftur í tíðina, so var búnin ikki reyður og hvítur, men hvítur og bláur.
Hetta søgubrotið er ein roynd at lýsa søguna hjá ÍF-búnanum fram til fyrst í 1960-ini.
Búnin í 1930-40 árunum
Á mynd 1 eru ÍF og EB leikarar avmyndaðir. Helst er hetta í sambandi við dyst í Fuglafirði 22. januar í 1939.
Á myndini sæst, at EB leikararnir eru í hvítum klæðum – troyggja og brøkur. ÍF leikararnir eru eisini í hvítum troyggjum, men við einum áseymaðum V á bringuni. Tað sær ikki út til, at brøkurnar hava sama lit hjá ymsu leikarunum.
Ein av ÍF leikarunum, nr 13 á myndini, er Andrew Hansen. Andrew var so umhugsin, at hann skipa so fyri, at troyggjan varð varveitt, og í dag eigur abbasonurin við sama navni hana.
Mynd 1
Havi lænt troyggjuna í sambandi við hetta søgubrotið, og fingið fotograf at taka mynd av henni. – Sí myndirnar 2 og 3 niðanfyri.
Tað vísti seg tó, at hesi umleið 85 árini er troyggjan tódna so mikið, at hon í dag passar betri einum 11 ára gomlum dreingi enn einum ungum manni í 20-unum.
Á myndunum sæst, at áseymaða V-ið eisini er á bakinum, og at kragin og rendurnar hava sama lit – ljóst blátt.
At drongurin, sum hevur smoygt seg í gomlu troyggjuna hjá Andrew, er TB-ari, tekur neyvan nakað frá áhugaverdu og søguligu ÍF-troyggjuni frá 1939.
Mynd 2
Mynd 3
Búnin í 40-50 árunum
Menninir
Hvussu leingi V troyggjan hevur verið brúkt, er óvist, men neyvan longri enn til 1946, tá Fuglafjarðar Ítróttarfelag verður stovnað – ella kanska rættari sagt varð endurstovnað. Í hvussu er eru myndir frá fyrst í 50-unum, har fótbóltsmenninir eru í stríputum troyggjum – hvítar troyggjur við bláum strípum, upp og niður. Kragin er hvítur – somuleiðis rendurnar. Og hosurnar eru myrkar, helst bláar, við hvítum rípum.
Sí myndirnar 4 og 5.
Mynd 4: Fótbóltsleikarar í seinnu helvt av 50-unum.
Mynd 5: Dreingjaliðið í 1960-61.
Hvítu troyggjurnar við bláum strípum vórðu brúktar til seinnu helvt av 50-unum. Men tá var tað ikki, sum nú, so líkatil at útvega nýggjar troyggjur – heldur ikki fyri tær, sum av natúrligum orsøkum blivu slitnar ella fórust. Og helst var tað eisini soleiðis, at hvør leikari átti sína troyggju. Mangt bendir á, at tá vit eru komin til 1958, eru ikki nóg nógvar blá-stríputar troyggjur til eitt heilt lið – í hvussu er ikki fótbólti – so neyðugt varð at útvega nýggjar troyggjur. Hesaferð reyðar og hvítar. Men meir um tað seinni.
Á mynd 5 síggja vit, at dreingjaliðið í hondbólti frá 1960-61 hevur “arvað” blá-stríputu troyggjurnar.
Kvinnurnar
Onki stendur um tað í gerðabókunum hjá ÍF, men helst eru kvinnurnar farnar at venja og spæla hondbólt seint í 40-unum. Ivaleyst eru tær byrjaðar, so skjótt tað var møguligt at venja og spæla á havnaøkinum innanfyri 1949-kaiina. Í hvussu er vita vit, at tær spæla hondbólt á kaiini fyrst í 50-unum.
Mynd 6: Hondbóltskvinnur fyrst í 50-unum
Mynd 7: Hondbóltskvinnur – helst á Strondum í 1954
Myndirnar 6 og 7 vísa, at búnin hjá kvinnunum var hvítur – buksur við skjúrti og blusu/kjóla.
Anna Larsen greiðir frá, at tá hon leikti hondbólt seymaði Mogens Petersen klæðini til kvinnuliðið.
Á lummanum framman á blusuni var broderað FÍ (Fuglafjarðar Ítróttarfelag). Men tað var skjótt, at áskoðararnir hjá mótstøðuliðunum fóru at erta tær við at rópa “fí, fí – fí, fí ...!”
Hetta tímdu tær ikki at hoyra uppá, so Anna og hinar gjørdu ikki mætari enn at taka lumman av og brodera ÍF-merkið á sjálvan búnan. Og tá steðgaði við argingini! ÍF-merkið hómast á búnanum.
“Dannebrog búnin” frá 1959
Sum nevnt í Søgubroti 5, so tóku yngri fólk við leiðsluni av ÍF í mars 1959.
Herluf Berthelsen, Obert Eilasen, Poul Jacob Hansen, Sofus Eliasen og Esman Jacobsen, sum høvdu myndað felagið í meira enn 10 ár, løgdu frá sær. – Tó, Jógvan Ólason og Judith Róin avloystu teir báðir seinast nevndu longu í 1958-59.
Á aðalfundinum 10. mars 1959 verða Petur Sigurð Rasmussen, Eilif Samuelsen, Arnold Abrahamsen, Judith Róin og Ásvør Thomsen vald í nevndina.
Á fyrsta nevndarfundinum, sum er longu 14. mars 1959, skipar nevndin seg. Petur Sigurð verður formaður, Eilif næstformaður og Arnold kassameistari.
Fyrsta málið á skránni á fundinum annars var keyp av klæðum. Í gerðabókini stendur: “Viðtikið varð at keypa 14 hondbóltstroyggjur (reyðar) til menn og 14 troyggjur (reyðar) til kvinnur”.
Nevndin tók nakrar dagar seinni avgerð um, eftir at hava umrøtt málið á fundi við limirnar, at luttaka við trimum liðum í landskappingini hjá ÍSF – fyrsta og annað kvinnulið og annað manslið – øll í hondbólti.
Seinni í gerðabókini stendur um “Nýggjan búna”: “Kvinnurnar skiftu búna frá hvít/hvítan til reyð/hvítan. Her vóru keyptar 14 reyðar kvinnutroyggjur, meðan genturnar sjálvar áttu tey hvítu shortsini.
Síðan kepti felagið 14 reyðar mannfólkatroyggjur + 6 pør reyð/hvítar hosur, meðan dreingirnir sjálvir áttu tey hvítu shortsini.”
Mynd 8: Hondbóltskvinnnur í 60-unum
Mynd 9: Hondbóltsmenn, júst vunnið steyp – helst í 1959
Heimildarfólkini, Petur Sigurð, Eilif, Arnold og Anna, minnast øll væl hetta, tá ÍF fekk “nýggjan búna”. Sí myndirnar 8 og 9.
Her er ein roynd at samanskriva tað, tey greiða frá.
“Nú felagið hevur tikið avgerð um at luttaka í landskappingini hjá ÍSF ber ikki til, at allir leikararnir ikki eru í sama búna (helst skilt á tann hátt, at tað ikki var nóg mikið til av troyggjum til eitt heilt lið. Og eisini tað, at gomlu leikararnir helst áttu troyggjurnar sjálvir).”
Víðari siga tey: “Vit í nevndini teknaðu og prátaðu aftur og fram um hetta. Tað mesta gekk fyri seg hjá Lutheriu, har Petur Sigurð búði.
Petur Sigurð fekk so til uppgávu at “bestilla” klæðini frá Poul Holm í Keypmannahavn.
Herluf Berthelsen dømdi fyrsta dystin, sum ÍF leikti í nýggja búnanum – helst var tað ein sunnudag. Men á lærarastovuni dagin eftir, er Herluf í ringum skørum og sigur: “Petur Sigurð! Hetta hevði eg ikki trúð um teg – tað, at ÍF nú skal leika í Dannebrog litunum. Men eg veit væl, at tú hevur verið undir stórum trýsti frá Eilif og Arnold ...”
Men Petur Sigurð uggar Herluf og sigur, at hetta er hansara avgerð, fult og heilt. Hendan litsamansetingin – reyð troyggja, hvítar brøkur og reyðar/hvítar hosur – varð ikki brúkt av øðrum feløgum, og tí hevði hann valt hana.
Um Herluf trúði Petur Sigurði og hinum í nevndini, skal ikki verða sagt. Men ivaleyst hevur tað verið soleiðis, at tá nýggju hondbóltsmálini úr jarnrørum, eisini vórðu málaði hvít og reyð, so hevur Herluf fingið enn ein møguleika at vísa á “samansvørjingina”, um at ÍF nú skuldi vera eitt slag av flaggbera fyri donsku myndugleikarnar á leikvøllunum kring landið – sjálvandi sagt við einum skálkabrosi!
Tíverri eru myndirnar omanfyri ikki í litum – mynd 2 og 3 undantiknar. Men niðanfyri eru nakrar myndir, nr. 10 til 13, sum vísa reyð/hvíta ÍF-búnan í ymiskum útgávum.
Hesi árini síðani 1959, tá reyði/hvíti búnin sá dagsins ljós á fyrsta sinni, hevur ÍF eisini nýtt aðrar litsamansetingar – eitt nú reytt/reytt, grátt, grønt, hvítt/hvítt og sjálvsagt eisini hvítt/reytt.
Mynd 10: Varmakeldan 1959. Sonja, Petur Sigurð og Eilif í nýggja ÍF-búnanum frá Poul Holm.
Mynd 11: ÍF liðið í 1979. Leikbúnin er av merkinum Hummel, meðan Ronny útvegaði yvirdraktina.
Mynd 12: ÍF liðið á várið í 1981. Klæðini eru av merkinum Puma.
Mynd 13: ÍF liðið, helst í 1983. Klæðini eru av merkinum Adidas.
***
GG! Hetta “søgubrotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.
Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fuglafirði – serliga fótbóltin, hondbóltin, kappróðurin og flogbóltin.
Teldupostur: [email protected]