Ítróttarfelag Fuglafjarðar

Flagg og búmerki

Í seinasta søgu­broti, søgu­broti 6, varð skrivað um búnarnar hjá ÍF frá 1930­-unum og næstu 50 árini. Eitt nú varð greitt frá, tá ÍF fekk nýggjan búna í 1959 – reyða troyggju, hvítar brøkur og reyð­/hvítar hosur.
Hóast onkur signaði seg, nú fuglfirðingar vóru farnir at spæla í “dannebrog” litum uppi í Fløtu­gerði, so er reyð/­hvíti búnin, hóast snið og saman­seting hava broytt seg nakað hesi umleið 65 árini, framvegis ein sterk og greið ímynd av felagnum.
Og í dag er tað neyvan nakar sum fær anda­neyð av hesum – tí reyð/­hvíta búnanum – hóast onkran stingin í síðuna.

ÍF-fløgg

Sum nevnt, so er búnin oftast tann mest týðandi ímyndin av einum ítrótta­felag. Men eitt flagg og eitt búmerki eru eisini partur av sam­leikanum. Hesi eru ímyndir ella eyð­kenni, sum viðhalds­fólk, leikarar og ábyrgdar­fólk í felagnum hava kenslur fyri, og sum dregur at sær og styrkir um saman­haldið og tað, at hoyra til – ikki minst í einari bygd/­býi sum Fuglafirði.

Men búnin, búmerkið og flaggið eru eisini ein ímynd úteftir. Ein ímynd fyri tey, tú samstarvar við og tey, tú kappast við. Eitt nú FSF, onnur feløg/­lið og teirra viðhalds­fólk.

Í gerða­bókini várið 1959 verður greitt eitt sindur frá, tá felagið skiftir til reyð/­hvíta búnan. Men onki stendur um nakað flagg – hvørki gamalt ella nýtt. Tó, ivaleyst hevur tað verið soleiðis, at ítróttar­felagið í bygdini hevur havt eitt serstakt flagg – í hvussu so er stutt eftir, at Fugla­fjarðar Ítróttar­felag varð stovnað í 1946.

Vit vita, at ÍF var seymað á búnan hjá hondbólts­kvinnunum seinast í 1940­-unum ella fyrst í 1950­-unum. Helst hevur ÍF verið seymað í Merkið eisini – í ovara vinstra horn – um somu tíð. Í hvussu er, so ber Hjalmar Joensen eitt slíkt flagg, tá fótbólts- og hondbólts­leikarar úr Fugla­firði, Eiði og Klaksvík ganga skrúð­gongu frá skúlanum og niðan á vøllin í Fløtu­gerði, tá hann varð tikin í nýtslu í november 1956. – Sí mynd 1.

Mynd 1: Mynd 1: Skrúð­gonga í sambandi við vígsluna av vøllinum í Fløtu­gerði 11. november 1956. Fugl­firðingar – kvinnur og menn, eiðis­menn og klaksvíks­kvinnur.
Tað hómast, at ÍF er seymað í flaggið, sum Hjalmar Joensen (fremst tv) ber.

Flaggið frá 1959 – dýnan

Tvey slík fløgg – Merkið við ÍF seymað í ovara vinstra horn – eru eisini við í skrúð­gonguni á Varma­keldu í 1959. Sonja Hansen (f Andreassen) ber annað og Eilf Samuelsen hitt. – Sí mynd 2.

Men triði flagg­berin, hann í miðjuni, Petur Sigurð Rasmussen, ber eitt blátt flagg við hvítari rond. Hetta er ÍF­-flaggið frá 1959. – Sí mynd 2 og 3.

Mynd 2: Fólka­fundur og skrúð­gonga á Varma­keldu 1959.
Flagg­berarar eru Sonja Hansen (f Andreassen), Petur Sigurð Rasmussen og Eilif Samuelsen.

Eilif greiðir frá, at Petur Sigurð, Arnold og hann teknaðu flaggið.
Nógv upp­skot blivu gjørd, men tað endaði við, at nýggja flaggið bleiv bláur dúkur við hvítari rond, hvítum stavum og einum hvítum/­reyðum merki mitt á.

Judith Midjord (f Róin), sum arbeiddi hjá “Pidda” um tað mundið, var helst tann, sum útvegaði toyið. Heimildar­fólkini eru ikki á einum máli um hvør seymaði flaggið. Lutheria og Judith verða nevndar. Men Anna í Lon verður eisini nevnd.
Tá flaggið varð seymað, vísti tað seg, at litirnir onkrir vóru litir umbýttir. Tað varð tí seymað av nýggjum.

Blái dúkurin var úr toyi, sum vanliga varð brúktur til dýnur. Tvs, at hann so tættur, at hann kláraði at halda uppá bæði dún og fjaðar – samstundis sum, at hann var vind­tættur.
Harumframt var hann dubultur, dúkurin. Helst fyri at liturin skuldi vera tann sami á báðum síðum.
Tað var tí ikki so løgið, at nýggja ÍF­-flaggið skjótt fekk eyk­navnið “Dýnan”! – Sí mynd 3.

Hetta ÍF­-flaggið er til skjals enn – tíbetur! Men hvussu dúgliga og hvussu leingi tað varð brúkt, veit eg ikki. Ivaleyst er tað onkur, sum veit munandi meir um hetta. Latið endiliga frætta frá tykkum!

Mynd 3: Flaggið, sum varð seymað í 1959. Onkuntíð eyk­nevnt “Dýnan”.

Búmerkið veturin 1980-81

Við árunum gjørdist ÍF meira virkið í lands­kappingini. Serliga var tað fótbólturin, sum tók dik á seg í seinnu helvt av 1960­-unum og í 1970­-unum. Samstundis vaks áhugin fyri felagnum. Og tá ÍF í 1979 bleiv føroya­meistari í fótbólti, var áhugin fyri felagnum sera stórur. Í bygdini fyrst og fremst, men eisini kring landið alt.
Men áhugin uttan­lands var eisini har. Fleiri fyri­spurningar komu frá “samlarum” um nálir, smáar vimplar og annað, sum hevði eitt ÍF­-búmerki á. Men svarið frá okkum var hvørja ferð, at felagið onki slíkt hevði.

Nýggi veruleikin hjá felagnum, og helt eisini tað, at FSF varð skipað sum eitt ser­samband í 1979, gjørdi sítt til, at tørvurin á “formalia” bleiv størri. Tørvur var á bræv­pappíri, bræv­bjálvum, búnum, búmerki, flaggi o.ø. sum peikaðu á ein og sama sam­leika. Soleiðis kendu vit, sum stjórnaðu felagnum hesi árini, tað í hvussu er.

Veturin 1980­-81 heitti nevndin í ÍF á Heðin Kambsdal um at gera felagnum eitt bú­merki.
Meini ikki bond vóru løgd á lista­mannin, men ivaleyst fekk hann eitt “hint” frá okkum, um at fáa ÍF og ein bólt til at renna saman í eitt merki. – Sí mynd 4.
Nevndin man hava verið heilt væl nøgd við uppskotið hjá Heðini. Jú, onkur strika varð flutt eitt sindur, og onkur bogi bendur meira og annar minni. Tað vóru Sonni Jensen og Petur Simonsen, sum vóru so framligir, at teir dittaðu sær at gera justeringarnar á uppskotið – sjálv­sagt við góðkenning frá lista­manninum sjálvum.

Mynd 4, 5 og 6: Búmerkið, sum Heðin Kambsdal teknaði veturin 1980-81, og eisini avleidd búmerki hjá ÍF­-flogbólti og Fugla­fjarðar Svimji­felag.

ÍF-samleikin

Tað, sum kom burtur úr sam­spælinum millum lista­mannin og báðar leik­mennirnar hendan veturin, er búmerkið, sum kom á búnarnar í 1981. Sama búmerki sum framvegis, 42 ár seinni, er á ÍF­-búnanum, ÍF­-flagginum, ÍF­-húsinum, ÍF­-heimasíðuni, í umklæðingar­rúminum og so mangar, mangar aðrar staðir.
Tað hevur verið við í viðgongd, og tá tað hevur gingið minni væl. Tað hevur verið við til veitslu­løtur og til hátíðar­løtur. Tað hevur verið við, tá leikt varð í út­landinum, og tað er við allar­staðir kring landið, har ÍF lið leika.

Kanska er tað sum við víninum – tí helst eru flestu ÍF­-fjepparar á einum máli um, at ÍF­-búmerkið bara er vorið kærari og vakrari, sum árini eru farin!

***
GG!
Hetta “søgu­brotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.

Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fugla­firði – serliga fót­bóltin, hond­bóltin, kapp­róðurin og flog­bóltin.

Teldupostur: [email protected]

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum vísa ÍF­-búmerkið í brúki.

Mynd 7: ÍF-piltar 1981. Hetta er fyrsta árið, at ÍF­-búmerkið er leik­búnanum. Reytt á hvítum botni.

Mynd 8: Brutto­hópurin í 1986. Bobby Bolton var venjari og Hjalmar Joensen 2. venjari.
Búmerkið er hvítt á reyðum botni. Hetta er árið fyri, at gras­líki varð lagt á vøllin.

Mynd 9: Ár 2023. Dánjal og Mena í dysti móti Víkingi í Fløtu­gerði.

Mynd 10: Sí tekstin á myndini.

Mynd 11: Snøgga ÍF-húsið, sum varð tikið í brúk á vári 2021.
ÍF­-búmerkið á húsa­vegginum, børn og vaksin í reyð­/hvíta búnanum á graslíkinum í Fløtugerði – ein vøkur saman­renning og sterkur sam­leiki.