Ítróttarhúsið - partur 1/2
Í sambandi við hetta søgubrotið er helst vert at nevna, at “1964 skúlin” ikki er bygdur, og at ÍF enn minni hevur atgongd til nakað skiftingarrúm, fimleikahøll ella svimjihyl.
Hóskandi ítróttahús og fimleikur í Sjónleikarhúsinum
Ein nývald nevnd hevur sín fyrsta fund mikudagin 3. februar 1960. Á skránni er eitt nú skipan av nevnd. Petur Sigurð Rasmussen verður formaður, Jóhan Ellendersen varaformaður og Arnold Abrahamsen kassameistari. Hini í nevndini eru Poul Jacob Hansen og Judith Róin.
Í gerðabókini stendur sum punkt 6 á skránni: “Samtykt varð, at kanna møguleikar fyri einum hóskandi ítróttahúsi.”
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ítróttahús verður nevnt í gerðabókunum, men hesaferð sær tað út sum, at størri álvari liggur aftanfyri orðini.
Um “hóskandi ítróttahús” samsvarar við áhugan hjá felagnum at keypa “Dansistovuna” saman við Fuglafjarðar Sjónleikarfelag, skal verða ósagt. Í hvussu er sær tað út til, at meirilutin í nevndini var hugaður fyri eini slíkari loysn. Og á fundi 12. september sama ár varð málið lagt fram fyri limirnar. Sum skilst á frágreiðingini frá fundinum vóru limirnir ymiskir á máli. Tey, sum vóru ímóti “hildu tað vera eina hættisliga gerð at keypa dansistovuna, sum bæði skuldi hava “horn og hala”, sum tað varð sagt”.
Atkvøtt varð um málið. 18 søgdu nei og 17 søgdu ja.
Tó, felagið leigar kortini Sjónleikarhúsið nakrar tímar hvørja viku hendan veturin til at hava fimleik í. Petur Sigurð Rasmussen tekur sær av tveimum liðum við monnunum og Jóhanna Davidsen (seinni Berhelsen) somuleiðis við tveimum liðum av kvinnunum.
Hondbólturin blómaði
Haldi, at vit kunnu siga, at hetta er tíðin – seinast í 50-unum og fyrra helvt av 60-unum – tá hondbólturin blómaði í bygdini. Bæði kvinnur og menn luttaka í landskappingini, sum ÍSF skipar fyri, og tey, sum mynda nevndina hesi árini, hava ivaleyst havt størri áhuga fyri hondbóltinum enn fyri fótbóltinum.
Í frágreiðingini frá aðalfundinum 27. februar 1962 stendur: “Herluf Berthelsen bar upp á mál um ítróttahøll, og varð nógv tosað um hetta mál.”
Men í frágreiðingini frá eykaaðalfundinum 18. mars 1963 stendur sum pkt 5: “Hús við leikvøllin. Samtykt verður at leggja fram skitsuprojekt um bygging av húsi við vøllin til aðalfundin.”
Aðalfundurin er 18. apríl 1963. Har er so málið um “Hús á vøllinum” aftur á skrá. Petur Andreassen, byggifrøðingur, hevði gjørt eitt uppskot til felagshús. Aðalfundurin viðtók, at farast skal í holt við húsið, tó við ymiskum broytingum.
Men á sama aðalfundi “kom onkur fram við uppskoti um byggjan av ítróttahøll”. Tað letur tó til, at nevndin ikki trýr, at hetta kann lata seg gera og vísir á, at júst hetta málið varð tikið upp við sóknarstýrið í apríl 1959, men at kommunan ongantíð lat frætta frá sær hesum viðvíkjandi.
Ítróttahøll ella ítróttahús
Nakrar dagar seinni, 29. apríl 1963, er nevndarfundur. Á skránni er eitt nú “Ítróttahúsið”. Í fundarfrágreiðingini stendur: “Viðvíkjandi ítróttahúsinum varð viðtikið at steðga, til nevndin hevði kannað møguleikan fyri at “finansiera” ítróttahøllina, sum ætlast at kosta umleið 500.000 kr.”
Á nevndarfundinum 14. februar 1964 er “Ítróttahøllin” aftur á skránni. Sagt verður: “Viðvíkjandi ítróttahøllini varð viðtikið at fáa fund saman við kommunustýrinum og biðja um at fáa studning at gera ítróttahøllina.”
Mynd 1: Uppskotið til eina ítróttarhøll, sum JP Gregoriussen teknaði í 1963.
Møgulig staðseting var frá vøllinum og vestur móti húsunum hjá Evald Johannesen.
Aðalfundur er 18. mars 1964. Og aftur nú er “Ítróttahøllin” á skránni. Í fundarfrágreiðingini stendur: ”Herluf Berhelsen greiddi frá hvussuleiðis kundi arbeiðast fyri Ítróttahøllini, og varð samtykt at søkja landsstýrið og statin um stuðul.”
Ársaðalfundur var 19. februar 1965. Har varð samtykt “at keypa bøstykkið, sum liggur oman-vestan fyri leikvøllin, frá Fritleif Joensen fyri 2,50 kr/m2.” Stykkið er umleið 1200 m2.
Nýggj nevnd varð vald á aðalfundinum, og skipaði hon seg á nevndarfundi dagin eftir.
Á nevndarfundi 6. mars 1965 var spurningurin “ítrórttarhús ella ítróttarhøll” reistur.
Í fundarfrágreiðingini stendur: “Nevndin var samd um, at høllin var alt ov dýr at fara undir, og kom tað at ganga ov long tíð, til man kundi bjóða fólki, ið kom higar, eitt hóskandi stað at skifta. Avgjørt var at kalla saman til eykaaðalfund og lata limirnar avgera hvat í skuldi byggjast.”
Eykaaðalfundur er so 20. mars 1965, og sambært fundarbókini eru 47 limir á fundi. Men so stendur ikki meir. Vit fáa tí onki at vita um, hvat limirnir halda um “ítróttarhús ella ítróttarhøll”.
Avgerð tikin um at byggja ítróttarhús
Næsta fundarfrágreiðingin, sum er tøk, er frá ársaðalfundinum 1. mars 1966. Har verður stutt og greitt spurt um felagið skal byggja hús við leikvøllin, nú felagið átti eitt grundstykki á umleið 1200 m2.
Atkvøtt varð um málið, og vóru 23 fyri at byggja, tvey søgdu nei og ein atkvøða var blonk.
Nú var so klárt at fara meira ítøkiliga til verka. Í fyrsta umfari sær tað út til, at nevndin heldur, at “speidarahúsið” á Kambsdali, við nøkrum smærri broytingum, er ein hóskandi loysn.
Mikkjal hjá Sáru teknar og byggir
Men 11. mars leggur Mikkjal Jacobsen (Mikkjal hjá Sáru) tekningar av einum ítróttarhúsi fyri nevndina. Breið semja var í nevndini um, at hetta var eitt gott uppskot.
Onkur var kortini ikki so fegin um tekningina og helt, at hetta minti ov nógv um eitt “sjónleikarhús og ikki eitt ítróttarhús” við tað, at tað hevði “leikpall”.
Mynd 2: Tekningin til Ítróttarhúsið, sum Mikkjal Jacobsen, teknaði á vári í 1966.
Her kann verða skoytt uppí, at á fundinum varð upplýst, at kommunan hevði játtað 20% av í mesta lagi 130.000 kr. – Seinni varð eisini søkt um stuðul frá landinum og danska statinum.
Eftir samráðingar aftur og fram fær Mikkjal arbeiðið at byggja húsið. Kostnaðurin, sum varð avtalaður, er nú 160.000 kr.
Tann 18. apríl 1966 byrjar Ingjald Andreassen at grava út fyri Ítróttarhúsinum, og arbeiðið við at byggja Ítróttarhúsið fer so í gongd beinanvegin, útgravingin er liðug.
Havi ikki atgongd til neyvari upplýsingar hesum viðvíkjandi, men longu í juli verður húsið reist. Teir, sum vóru við í arbeiðinum hesa fyrstu tíðina, vóru, umframt Mikkjal Jacobsen, Dánjal Petersen, Jákup Frants Róin, Andrew Hansen, Jákup Jacobsen, Súni Petersen, Poul Jacob Breiðaskarð og undirritaði.
Mynd 3: Myndin er tikin stutt frammanundan, at húsið varð tikið niður í oktober 2017.
Kommunan tekur yvir
Tíverri vísti tað seg, at byggjaríið rendi seg í nógvar og ymiskar trupulleikar – praktiskar, fíggjarligar og byggitekniskar – og húsið bleiv ikki gjørt liðugt sum ætlað í 1966-67. Heldur ikki næstu 15 árini.
Vit kunnu siga, at søgan um Ítróttarhúsið bæði er drúgv og fløkjut. Tá ein tíð er farin tekur Fuglafjarðar kommuna um endan og yvirtekur húsini. Hon ger onkrar umvælingar og innrættaði ovaru hæddina til m.a. skúlakøk. Men skiftingarrúmini v.m., sum var tann mest umráðandi parturin av húsinum, tá vit hugsa um tey íðkandi, vóru framvegis ikki gjørd.
Men í 1980-81 hendir nakað á hesum frontinum. Meir um hetta í einum seinni søgubroti.
At enda
Á eykaaðalfundi í felagnum tann 20. mars 1965 fingu limirnir spurningin “ítrórttarhús ella ítróttarhøll”.
Sambært fundarbókini vóru 47 limir á fundi, men tíverri hava vit ikki atgongd til nakra frágreiðing sum vísir, hvat limirnir hildu.
Tó, í 1966 varð farið undir at byggja Ítróttarhúsið. Og við hesum kunnu vit helst eisini staðfesta, at ÍF nú í størri mun var eitt fótbóltsfelag enn eitt hondbóltsfelag!
Niðanfyri eru nakrar myndir, sum eru tiknar summarið 1966, tá Ítróttarhúsið varð bygt og reist.
***
GG! Hetta “søgubrotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.
Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fuglafirði – serliga fótbóltin, hondbóltin, kappróðurin og flogbóltin.
Teldupostur: [email protected]
Mynd 4: Grundin verður stoypt. Á myndini sæst eisini “rugbreyðið” hjá Dánjali Petersen.
Mynd 5: Útveggirnir í ovaru hæddini verða settir upp.
Á myndini eru fv: Andrew Hansen, Mikkjal Jacobsen, Poul Jacob Breiðaskarð, Jákup Frants Róin og Jákup Jacobsen.
Mynd 6: Umráðandi, at hornið er sum tað skal vera – bæði hendan veg og handan veg.
Mikkjal við “waterpassinum” og hinir við eygamálinum. Fv: Poul Jacob, Andrew, Mikkjal og Jákup.
Mynd 7: Húsið reist ein góðveðursdag. Bláa ÍF-flaggið er sjálvsagt eisini við.
Mynd 8: Húsið reist ein góðveðursdag. Bláa ÍF-flaggið er sjálvsagt eisini við.
Mynd 9: Húsið reist ein góðveðursdag summarið 1966.
Gev gætur “útbygningin” eystureftir móti vøllinum.
Útbygningurin varð tikin niður, tá vøllurin bleiv breiðkaður og longdur í 1979.
Mynd 10: Teir, sum vóru við til at byggja Ítróttarhúsið hava kaffi- og roykisteðg í góðveðrinum.
Ffv: Poul Jacob Breiðaskarð, Mikkjal Jacobsen og Jákup Jacobsen. Afv: Jákup Frants Róin, Dánjal Petersen, Andrew Hansen og Súni Petersen. Petur Simonsen manglar á myndini.
Mynd 11: Nærmastu grannarnir til nýggja Ítróttarhúsið – brøðurnir Leif og Rúni Abrahamsen.