Ítróttarfelag Fuglafjarðar

Ítróttar­húsið - partur 2/2

Saman­dráttur av parti 1
Í parti eitt varð m.a. komið inn á, tá avgerðin varð tikin um at byggja ítrótta­hús heldur enn ítrótta­høll. Hetta hendi á árs­aðalfundinum 1. mars 1966.
Eisini varð víst á, at málið um bygging av ítrótta­høll ella ítrótta­húsi javnan hevði verið umrøtt í skiftandi nevndunum og á aðal- og lima­fundum í fyrru helvt av 1960’unum.
Eisini varð greitt frá, at Mikkjal Jacobsen teknaði og fekk arbeiðið at byggja húsið fyri 160.000 kr. At Ingjald Andreassen fór undir at grava út 18. apríl og at húsið varð reist longu í juli 1966.
Men tíverri vísti tað seg, at byggjaríið rendi seg í nógvar og ymiskar trupulleikar – praktiskar, fíggjarligar og byggi­tekniskar – og húsið bleiv ikki gjørt liðugt sum ætlað í 1966-67.
Tá ein tíð er farin, tekur Fugla­fjarðar kommuna um endan og yvir­tekur húsini. Hon ger onkrar umvælingar og inn­rættaði ovaru hæddina til m.a. skúla­køk.

Mynd 1: Myndin er tikin stutt framman­undan, at húsið varð tikið niður í oktober 2017.

Frá hálv­gjørt til full­ført

Næstu umleið 15 árini – frá 1966-67 til 1980-81 – stendur kjallarin ó­innrættaður. Tað vil siga, at primera enda­málið við húsinum, um at skapa hóskandi karmar til tey íðkandi, bæði í sambandi við venjing og til dystir, ikki var uppfylt. Onki brúsu- og um­klæðingar­rúm, onki rúm til bóltar og annan út­búna, onki fundar­rúm, onki rúm til dómararnar osv.
Tó, leikarar brúktu kjallaran av og á sum eitt “ó­alment” skiftingar­rúm hesi árini. Stein­setingin megnaði rímiliga væl at taka vætuna, tá onkur skuldi sleppa sær av við vatnið. Men verri varð við deyminum, sum bara gjørdist verri og verri so hvørt árini gingu.

Ivaleyst hevur víðkanin av vøllinum í 1979 og meistara­heitið sama ár gjørt sítt til, at ætlanirnar um at inn­rætta kjallaran gjørdust meira ítøkiligar. Fíggjarliga grundar­lagið í felagnum var nú tryggari, hóast tað hevði brúkt lutfalsliga nógvan pening til m.a. keypa lendi til vøllin og í sambandi við liðugt­gerðina av vøllinum. Undir­tøkan fyri felagnum var eisini heilt góð – bæði millum bygda­fólki, í kommununi og vinnu­lívinum.

Samráðingar vóru millum kommununa og felagið um ognar­viðurskiftini av húsinum várið 1980. Loysnin bleiv, at kjallarin bleiv frá­matrikuleraður til ÍF, samstundis sum tað varð lagt upp til, at ÍF yvirtók húsið, tá kommunan einaferð í framtíðini ikki hevði tørv á tí, og at ÍF annars var fíggjarliga ført fyri hesum.
Frá­matrikuleringin gav ÍF nú møguleika fyri at taka lán við veð í niðaru hæddini av húsinum.

Niels Midjord teknar

Í frágreiðingini frá nevndar­fundinum 11. februar 1980 stendur m.a.: “Niels Midjord kom á fundin og greiddi frá tekningini, sum hann hevur gjørt av kjallaranum í Ítróttar­húsinum.
Vit av­gjørdu at royna at fara undir at byggja, i hvussu er at gera tað mest neyðuga fyri teir pengar, ið vit hava sett av til enda­málið (kr. 80.000).”

Og í frá­greiðingini frá nevndar­fundinum 24. mars 1980 stendur: “... endalig støða skal takast til inn­rættan av kjallaranum í Ítróttar­húsinum.”
Nevnt verður, at Jóan Jacob Joensen eisini var á fundinum.
Víðari: “Vit vóru samd um at fara undir kjallaran eftir tekningunum hjá Niels Midjord, í fyrsta umfari so langt sum peningurin røkkur.
Vit avgjørdu at flisa­leggja gólvið í vestara partinum av húsinum. Vit ætla eisini at leggja hita í gólvið í brúsu­rúmunum, men tað verður gjørt í sam­ráð við installatørin.
Bæði út­veggir og inn­veggir verða klæddir við Fibotex­-plátum. Fundar­hølið verður sæð burtur frá í fyrsta umfari.”

Lima­fundur er í felagnum 31. mars 1980. Á fundinum verður m.a. greitt frá ætlanunum við­víkjandi inn­rættanini av kjallaranum í Ítróttar­húsinum – tekningar og kostnaðar­meting.
Nevndin greiddi síðani frá, “at tey, ið vilja gera eitt frívilligt arbeiði, kunnu seta sítt navna á listan, hvønn dag tey kunnu arbeiða, og hvat arbeiði tey kunnu gera. Fleiri settu sítt navn á hendan listan.”

Petur Abrahamsen for­maður

Í fundar­frágreiðingini 22. mai 1980 stendur m.a.: “Arbeiðið uppá at inn­rætta kjallaran í Ítróttar­húsinum er nú byrjað, og hevur formaðurin fingið Petur Abrahamsen at taka sær av arbeiðinum.”
Vit kunnu her leggja aftrat, at tað var Jóan Jacob í Tøðuni (Joensen), sum gjørdi “múrara­arbeiðið”, Gordon Petersen tók sær av hita og sanitet og Poul Jacob Hansen av el­-arbeiðinum. Har­umframt vóru fleiri aðrir arbeiðs­takarar og veitarar. Býar­verkfrøðingurin, Pætur Joensen, hevði byggi­tekniska eftirlitið.

Arbeiðið við inn­rættingini gongur skjótt og væl, og í fundar­frágreiðingini frá 4. august 1980 stendur: “Húsið er nú komið so mikið áleiðis, at vit hava goldið 60.000 kr. í lønum og tilfarið. Eftir á kontoini eru 36.000 kr., og innan mánaðurin er úti skulu vit av 45.000 kr. So fyri at arbeiðið ikki skal steðga upp, mugu vit skaffa okkum pengar.
Vit hava søkt Sjóvinnu­bankan um um lán og fingið játtað, men við hesum treytum:
1. skrivlig váttan, at studningur er játtaður.
2. veðhald í ognini
3. kommunan veð­heldur
4. nevndin kautionerar.”

Frá ruin til snøggan portal

Longu um heystið 1980 eru skiftingar­rúmini komin so langt, at tey kunnu takast í brúk. Men økið niðan­fyri húsini sá út sum ein ruin.
Heitt var á fólk um at koma at taka eina hond í, so at­koman til húsið var so nøkulunda. Meini hetta var ein leygar­dag og ÍF hevði heima­dyst sunnu­dag.
Eld­sálirnar – vanligir limir, leikarar, nevndar­limir, menn við last­bilum og grav­maskinum – tóku seg saman. Og úrslitið var einastandandi! Rúinin bleiv til eina snøgga inn­gongd eftir nøkrum tímum. Haldi myndirnar niðan­fyri tala fyri seg.
Nevni hesa hending sum eitt hæddar­punkt fyri tey árini, eg sat sum formaður í felagnum – um hvussu nógv gott saman­hald og viljin til at fáa tað besta burtur úr kann útrætta. Ein upp­living, sum eg ynski øllum, sum standa á odda í felagnum!

Mynd 2: Niðan­fyri húsini sæst “ruinin”, sum eftir einum degi varð broytt til ein snøggan “portal”.

Tað fíggjarliga

Í frágreiðingini frá nevndar­fundinum 21. Oktober 1980 stendur: “ÍF hevur fingið svar upp á umsókn til Føroya Lands­stýri, dagfest 25. Mars 1980, um studning til inn­rættan av kjallaranum í Ítróttar­húsinum. Lands­stýrið hevur á fundi 10. Oktober 1980 samtykt at geva felagnum eina tilsøgn uppá 30% av 343.000 kr., ella 102.900 kr. Studningurin verður at rinda, táið arbeiðið er liðugt, sýnað og góðkent.”

Fyrstu fundirnir í nýggju hølunum

Í frágreiðingini frá nevndar­fundinum 27. Desember 1980 stendur: ”Øll nevndin var á fundi. Fyrsti fundurin í nýggju hølum ÍF’s. ...Formaðurin greiddi frá peningaligu viðurskiftunum í sambandi við húsa­byggingina og segði, at tá húsið nú verður liðugt, koma at resta einar 40.000 kr. í, og heitti hann á tey, sum eftir vóru um at fáa húsið liðugt, og so hava eitt eydnu­hjól í vár, fyri at fáa teir pengarnar inn.”

Í frágreiðingini frá aðal­fundinum 28. Desember 1980 stendur: “Aðal­fundurin var í nýggju hølum felagsins kl. 16:00.”
Undir formans­frágreiðingini: “...Vøllurin varð eisini tikin í nýtslu (alment) í ár, og vit hava fingið felags­hús. Tað er neyvan nakað felag í Føroyum, ið hevur eitt so gott felags­hús.”

Tann 7. Januar 1981 hevði nýggja nevndin fund í felags­húsinum. Í frágreiðingini frá fundinum stendur: “Húsið var eisini til viðgerðar, og avgjørt varð, at keypast mátti innventar til húsið. Ein reglu­gerð má eisini gerast til húsið, og eisini um hvussu tað skal rekast fíggjarliga.”

ÍF 35 ár – móttøka fyri inn­bodnum

Tann 25. Mars 1981 vóru 35 ár farin síðani ÍF varð stovnað. Í tí sambandi varð skipað fyri ein jubileums­kapping 28-29. Mars millum ÍF, LÍF, GÍ og B68.
Samstundis var eisini skipað fyri samkomu í Ítróttar­húsinum fyri inn­bodnum gestum leygardagin 28. Mars. – Ein kombinerað veitsla/­samkoma í sambandi við 35 ára føðingar­dagin hjá ÍF og tað, at húsið nú var liðugt og alment tikið í brúk. – T.v.s. minni enn eitt ár eftir at byrjað varð at uppá inn­rættingina.

Umleið 60 gestir vóru bodnir – formenninir í feløgum í Eysturoynni, býráðs­formaðurin, formaðurin í skúla­nevndini, umsjónar­maðurin í skúlanum, ÍSF, Lands­stýrið, arbeiðs­takarar, Havsild, venjarar, stovnararnir og nevndin í felagnum.
Hvussu hesir umleið 60 gestirnir hava rúmast í fundar­rúminum til eina máltíð, kunnu vit bert undrast á, men eg minnist tað bara sum eina góða, hugnaliga og tignarliga løtu, har fleiri røður vóru hildnar og gávur handaðar.
Orða­takið, “har sum hjartar­rúm er, er eisini húsa­rúm”, stóð sanniliga sína roynd hendan dagin í mars 1981.

Endaligi kostnaðurin

Tað vísti seg, at tá inn­búgv, køkur v.m. eisini varð keypt til húsið, at tær 340.000 kr. rukku ikki. Samlaði kostnaðurin bleiv góðar 430.000 kr.
Endur­skoðað umsókn um studning varð tí send Føroya Lands­stýri – og ivaleyst kommununi eisini.
Tann 25. August 1981 er nevndar­fundur. Í frágreiðingini frá fundinum verður sagt: “Fyrst á skránni var bræv frá Føroya Lands­stýri viðv. hækkan av studningi frá 102.000 kr. til 129.920 kr. Hesin studningur verður játtaður, men verður ikki goldin fyrrenn uml. ein mánað.”

Út frá tølunum í rokn­skapinum hjá ÍF fyri 1982, sær út til at fíggjarligi parturin hjá felagnum í inn­rættingini av kjallaranum er uml. 267.000 kr. Felagið hevur tá eitt lán á uml. 90.000 kr. og eitt rakstrar­avlop á uml. 44.000 kr. fyri árið.
Samanumtikið kann tí sigast, at inn­rættingin av Ítróttar­húsinum eydnaðist væl – bæði praktiskt og fíggjarligt.

Lands­dystur í Fløtugerði

Tað vóru ikki bara fuglfirðingar sum hildu, at umstøðurnar í Fløtu­gerði vóru heilt góðar – vøllur og hús. FSF mann eisini hava hildið hetta, tí leygardagin 4. juli (á Varmakeldu) var lands­dystur millum Føroyar og Hetland. Føroyar vunnu 4-1.

Mynd 3: Lands­dystur millum Føroyar og Hetland í Fløtugerði 4. juli 1981.
Dómara­trio: Pól Eldevig, Jákup Simonsen og Øssur Mohr.
Ovi Joensen og Meinhardt Dalbúð eru við í byrjanar­uppstillingini.

Alt hevur tíð sína

Í vári í 1966, tá ÍF fylti 20 ár, varð farið undir at byggja Ítróttar­húsið. Endaliga inn­rættingin var liðug á vári í 1981 – tvs. 15 ár seinni.
Á vári 2021, tá ÍF fylti 75 ár, varð eitt nýtt og sera snotiligt ÍF-hús tikið í nýtslu. Tíðin var farin frá tí, sum byrjað varð at byggja 55 ár frammanundan. Og kostnaðurin mann eisini vera 55 faldaður hesi árini.
Alt hevur tíð sína – eisini eitt ítróttar­hús!

***
GG!
Hetta “søgu­brotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.

Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fugla­firði – serliga fót­bóltin, hond­bóltin, kapp­róðurin og flog­bóltin.

Teldupostur: [email protected]

Mynd 4: Pól Eldevig og lið­felagi taka tung tøk.

Mynd 5: Hjørleif skipar fyri og Abraham og Sonni taka tung tøk.

Mynd 6: Formaðurin blandar seg uppí.

Mynd 7: Ítróttar­brekkan er brøtt, og tá kemur tað væl við, at kunna hvíla seg eina løtu á komandi trappuni.

Mynd 8: Trappan, ella “portalurin”, tekur skap.

Mynd 9: Theodor ansar væl eftir, at alt verður væl frá­gingið.

Mynd 10: “Portalurin” liðugur og Petur Eiriksson skoðar verkið.

Mynd 11: Nýggja ÍF-húsið, sum alment varð tikið í brúk í mars 2021 í sambandi við 75 ára haldið hjá felagnum.