Hondbóltur í Fuglafirði - Partur 1/2
Til nakrar av heimadystunum hjá ÍF í Betrideildini kappingarárið 2023 vóru nøkur søgubrot á heimasíðuni hjá ÍF – tilsamans 9.
Endamálið var at lýsa ein part av søguni hjá felagnum – frá byrjanini fyrst í farnu øld og fram til 1960’ini. Eitt nú varð gjørt eitt sindur burtur úr um stovnanina av felagnum, navninum, vøllinum, Varmakelduni, búnanum og Ítróttarhúsinum.
Hesi fyrstu 9 søgubrotini eru at finna á www.if.fo -> Felagið -> Søga.
Í vetur hevði eg tveir fyrilestrar í ÍF-húsinum undir heitinum “Hondbóltur í Fuglafirði”. Undirheitið var: “Av sandinum, norð á kaiina og niðan í Fløtugerði”.
Harumframt hevði eg tveir fyrilestrar við heitinum “ÍF føroyameistari”.
Hetta søgubrotið, og tað næsta eisini, er ein samandráttur av fyrilestrunum um hondbóltin í bygdini, sum hann var fram til seinnu helvt av 1960’unum.
Seinni er eisini ætlanin at hava tvey ella trý søgubrot við heitinum “ÍF føroyameistari”.
Mynd 1: Kvinnurnar spæla hondbólt á kaiini í 50’unum. Men nær og ímóti hvørjum?
Partur 1 - tá hondbólturin tók seg upp í bygdini og fram til 1959.
Ivist ikki í, at tað eru onkur, sum spyr spurningin: hevur hondbóltur verið spældur í Fuglafirði – regluliga, miðvíst og áhaldandi?
Stutta svarið er JA!
Fara vit góð 60 ár aftur í tíðina, luttóku fuglfirðingar í ymsum hondbóltskappingum – eisini í landskappingini – bæði við kvinnum og monnum. Í so máta haltaði fótbólturin aftaná.
Men síðani seinnu helvt 1960’unum, hevur hondbólturin koyrt á lágum blussi. Tó, hann er ikki heilt sløknaður út. Men áhaldandi og miðvíst hevur tað ikki verið, hóast at Ítróttarhøllin á Kambsdali kom í 1984.
Á sandinum í 1930’unum
Eri ikki komin fram á skrivligar heimildir, sum benda á, at hondbóltur hevur verið spældur í bygdini fyri 1930.
Fyrsta ítøkiliga prógvið um hondbólt í bygdini, sum eg havi atgongd til, er ein mynd, sum eg havi fingið frá Peturi Martin Petersen, og sum er frá fyrst í 1930’unum. Á myndini síggja vit kvinnur spæla hondbólt á sandinum.
Hóast tær ikki eru í búnum, sum vit kenna í dag, sæst, at tað ikki er tilvildin, ið ræður. Magda Petersen (seinni Bjarnastein), f 1913, er dómari. Hon er i svørtum “kjóla” við hvítum kraga. Leikararnir eru í ljósum klæðum (kjóla ella drakt), og heilt fitt av áskoðarum eru eisini at síggja kring “vøllin”.
Tað er óvist hvørji liðini ella leikararnir eru. Ein møguleiki er, at tað bara eru kvinnur úr Fuglafirði sum spæla ein hondbóltsdyst í góðveðrinum undir leiðslu av Magdu.
Margretha og Magda
Eilif Samuelsen, greiðir frá, at Margretha Samuelsen var á húsarhaldsskúla í Danmark – helst var tað seint í 1920’unum. Tá Margretha kom aftur til Fuglafjarðar hevði hon eina dómarafloytu heim við sær – eina “dubulta floytu”, sum Eilif nevnir tað. Og leggur hann aftrat, at “hon plagdi at vera uppi í tí (hondbóltinum).”
Mynd 2: Margretha Samuelsen (1913-95)
Mynd 3: Magda Bjarnastein (1913-2005)
Petur Martin Petersen sigur frá, at Magda var á háskúlaskeiðið í Danmark í umleið 1930. Har hevur hon helst rent seg í hondbóltsspælið, sum hevði tikið seg upp í júst Danmark fyrst í farnu øld.
Tað er tí ikki óhugsandi, at tað vóru júst Margretha og Magda, við íblástri úr teirra húsarhalds og háskúla uppihaldi í Danmark, sum tóku fyrstu stigini til hondbóltin í bygdini.
Og hvør veit, kanska var tað “dubultu floytuna” hjá Margrethu, sum Magda leiddi dystin við á sandinum fyri góðum 90 árum síðani.
Mynd 4: Hondbóltur á sandinum fyrst í 1930’unum. Magda Bjarnastein er í svørtum kjóla.
Søgan um hondbóltin í Føroyum - byrjanin
Á heimasíðuni hjá HSF stendur m.a. soleiðis um byrjanina hjá hondbóltinum í Føroyum:
“Tað vóru helst genturnar, sum byrjaðu at spæla hondbólt í Føroyum.
Realskúlagenturnar í Havn fóru at spæla hondbólt í Realskúlagarðinum í 1928-29, tá ein ung donsk lærarinna var í Havn sum vikarur eitt stutt skifti. Hon legði føroysku gentunum lag á.
Tá ein tíð var liðin, fluttu tær oman í Kommunuskúlagarðin at spæla. Tað segðist, at dreingirnir plagdu at sita uppi á garðinum og hyggja at hesum “gentuspælinum”, men so við og við hildu teir seg eisini framat.”
Og seinni stendur:
“21. mars í 1931 varð Neistin stovnað sum fyrsta hondbóltsfelag. ... Tað var heilt skjótt, at áhugin fyri hesi ítróttagrein spretti aðrastaðni í Føroyum. Tað sigst, at kvinnuhondbólturin byrjaði í Klaksvík og heima á Sandi fyrst í tretivuárunum. Í 1935 vórðu fyrstu royndirnar við hondbólti gjørdar í Sørvági og í Vági í 1936-37. Longu í 1939 skipaði VB seg við einari hondbóltsdeild. Kvinnur spældu eisini hondbólt í tríatiárunum. Á Eiði byrjaði hondbólturin um somu tíð, kvinnurnar vóru at síggja niðri á Mølini longu í 1937.
NB! Í Fuglafirði spældu kvinnurnar eisini hondbólt hesi árini niðri á sandinum.”
Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) var stovnað í 1939. Fyrsta landskappingin í hondbólti, bæði hjá kvinnum og monnum, var í 1943.
Fótbóltur og hondbóltur á Muntra
Eilif Samuelsen, sum er føddur í 1934, greiðir annars frá, at tað fyrsta, sum hann minnist til bóltspæl í bygdini, var, at “vit spældu omanfyri Piddasa handil og fiskastykkið – bæði hondbólt og fótbólt.”
Eilif greiðir eisini frá, at Vagn Mohr Mortensen, sum var av Tvøroyri og var roknskaparmaður hjá Sigurði Simonsen í eina tíð í 1940’unum, “... øvaði genturnar. Tað er fyrsta skipaða venjingin, eg minnist.”
Hann minnist eisini hondbóltsdystir heimi á sand í 1940’unum – “oftast móti eiðismonnum. Eisini leirvíksingum og strandingum.”
Kain
Bæði fótbólturin og hondbólturin flyta norð á kaiina seint í 1940’unum.
Tað var greitt, at sandurin ikki var so vælegnaður til fótbólt. Og enn minni til hondbólt.
Krígsárini, og árini beint aftaná, varð eisini nógvur sandur tikin, so fyritreytirnar bara versnaðu, samstundis sum áhugin fyri ítróttini var veksandi.
Innanfyri kaiina, sum varð vígd í 1949, var eitt rættuliga stórt øki, sum var ætlað til avleitt virksemi av fiskivinnuni – m.a. til reiðskap, skúrar og sildatunnur. Eisini til sandgoymslu.
Men økið bleiv eisini, tá møguleikin var til tað, brúkt til hondbólt og fótbólt – venjing og dystir.
Mynd 5: Eilif Samuelsen, f. 1934
Mynd 6: Anna Larsen, 1933-2023
Mynd 7: Símun Pauli Reines, 1928-60
Morgunvenjing við Kalib Olsen
Tað sær út til, at møguleikarnir á kaiini hava eggjað til meira og miðvísari venjing.
Eilif greiðir frá, at Kalib Olsen var øgiliga íðin at venja genturnar í hondbólti – og partvíst dreingirnar eisini.
Eilif greiðir frá, at genturnar vandu áðrenn arbeiðstíð. Hann leggur skemtiliga aftrat, at onkur av gentunum var tó heldur tung um morgnarnar. Og neyvan var nakar vekjari í húsinum, og enn minni nøkur fartelefon. Men Kalib var ikki ráðaleysur. Skeiðir og gaflar vóru bundin í ein snór, sum so lá út gjøgnum kamarsvindeygað. Og so kundi viðkomandi vakna av glintinum av gaflum og skeiðum, tá Kalib hálaði í snórin.
Anna Róin (seinni Larsen), sum varð fødd í 1933, sigur, at hon byrjaði at “spæla” hondbólt sum 12 ára gomul, og at tað var niðri á kaiini – tvs longu í 1945-46.
Anna greiðir frá, at hon spældi saman við teimum “eldru” at byrja við, og nevnir eitt nú Astrid, Kerstin, Monu og Helmu. Hon minnist ikki nakran venjara fyrstu árini, men at Símun Pauli Reines (1928-60) var við, tá dystir skuldu spælast. Onkuntíð høvdu tær tvey lið – eitt yngri og eitt eldri lið – og spældu eitt nú dystir í Havn.
Áskoðarar til morgunvenjing
Anna minnist eisini til morgunvenjingarnar á kaiini við Kalib. – Ivaleyst er hetta seinni enn 1949.
Anna greiðir frá, at tær vandu klokkan 6 um morgnarnar. Tað vísti seg tó, at nakrar av teimum eldru ikki vóru so fúsar at møta upp so tíðliga. Tó, leggur hon skemtiliga aftrat, at tað var ongin trupulleiki at møta upp, tá fremmand skip lógu við kai – eingilskmenn, norðmenn og aðrir!
Nøkur brot úr gerðabókunum 1956-58
Tað sær út til at hondbólturin tekur seg fram í 1950’unum meðan fótbólturin stendur í stað ella dragnar. Stóra hendingin fyri ÍF hesi árini er, at vøllurin í Fløtugerði verður tikin alment í brúk í 11. november 1956.
Í 1956 luttaka ÍF á fyrsta sinni í landskappingini hjá ÍSF. Og hetta er í hondbólti. Í gerðabókini frá nevndarfundi 17. apríl 1956 stendur: “Samtykt varð at luttaka í landskappingini við einum konufólkaliði í hondbólti.”
Frá aðalfundinum 22. mars 1957 stendur: “Samtykt varð at luttaka í landskapping ÍSF’s við tveimum konufólkaliðum í hondbólti og einum dreingjaliði í fótbólti.”
Fyri aðalfundin 13. apríl 1958 stendur: “Samtykt varð at luttaka í landskapping ÍSF’s í summar við tveimum konufólkaliðum í hondbólti, einum dreingjaliði og einum miðaldeildarliði.” – Her ein ávís óvissa, men helst meinast við luttøku í fótbólti við dreingjum og monnum.
Mynd 8: Skrúðgonga á Varmakeldu í 1959. Sonja, Petur Sigurð og Eilif síggjast í nýggju reyðu troyggjunum.
1959
Í 1959 henda rættiliga stórar broytingar í felagnum, sum komið verður inn á í parti 2. Her skulu vit bert hyggja at luttøkuni í landskappingini í hondbólti og fótbólti hetta árið.
Tann 14. mars 1959 er nevndarfundur. Í gerðabókini stendur: “Viðtikið varð at keypa 14 hondbóltstroyggjur (reyðar) til menn og 14 troyggjur (reyðar) til kvinnur.”
Og seinni stendur: “Viðtikið varð at kalla ítróttarmennirnar saman til fundar fyri at kanna líkindi viðvíkjandi landskappingini í hond- og fótbólti.”
Limafundurin er so 21. mars 1959. Í frágreiðingini frá fundinum stendur: “Her skuldi serstakliga støða takast til um ÍF skuldi luttaka við fótbóltsliðum í landskapping ÍSF’s. Ymsir høvdu orðið og ymsar vóru hugsanirnar. Eisini varð tosað um møguleikan fyri at luttaka við manshondbólti í landskappingini.
At luttaka við fótbólti í landskappingini fór at verða torført. Menn vóru alspentir fyri fótbóltinum, sum sjálvsagt er, men tá avtornaði kom meirilutin á fundinum á tað áskoðan, at vit ikki kundu vera kappingarførir í fótbólti, tí fólki var ikki nógv at velja í.”
Síðani verður nevnt at: ”í staðin skulu vit venja fótbólt til stuttleika, og, tá tað liggur fyri, at fáa vinardystir ... í staðin fyri at binda okkum til landskappingarskipanina.”
At enda í frágreiðingini frá limafundinum 21. mars 1959 stendur: “... at nevndin skal kanna møguleikan fyri at luttaka í landskappingini í manshondbólti komandi summar (1959), tí her kravdist ikki so nógv fólk til, og samstundis kunnu vit kappast við okkara grannabygdir.”
Samanumtikið er luttøkan í landskapping hjá ÍSF í 1959 tvey kvinnulið og eitt manslið í hondbólti – og onki fótbóltslið!
Endi
Hóast ÍF ikki luttekur í landskappingini hjá ÍSF í hondbólti fyrr enn í 1956, siga bæði myndir og frásagnir søguna um, at hondbólturin hevur havt góða undirtøku í bygdini í 1940-50’unum. Bæði hjá kvinnum og monnum. Oftast eru tað sokallaðir stevnudystir/vinadystir, sum verða spældir móti liðum úr øðrum bygdum í Eysturoynni, Klaksvík og Tórshavn.
Tað er eisini greitt, at kvinnurnar eru meira virknar í hondbóltinum enn menninir hesi árini.
Í parti 2 verður meira at frætta um hondbóltin í bygdini í 1959 og næstu árini. Vit hoyra eisini eitt sindur um ferðing til dystir fyri umleið 65 árum síðani.
***
GG! Hetta “søgubrotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.
Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fuglafirði – serliga fótbóltin, hondbóltin, kappróðurin og flogbóltin.
Teldupostur: [email protected]
Niðanfyri eru nakrar myndir frá hondbóltsdystum og av hondbóltsleikarum í 1950’unum. Fólk, sum vita meir um myndirnar – nøvn, nær, stað o.a. – eru meir enn vælkomin at seta seg í samband við meg.
Mynd 9: Mynd 9. Afv: ?? Judith Róin, Ása Simonsen, ??, Lena Eliasen og Katrin Ólason.
Ffv: Dinna, Frida Johannesen og Jansy Jacobsen.
Nær og hvar?
Mynd 10: Nær og hvørji eru liðini?
Mynd 11: Mynd 11. Afv: Karl Andreasen, Tórður Eliasen, Poul Eliasen og Hjalmar Joensen.
Ffv: Hans Jacob Thomsen, Eilif Samuelsen og Frank Reines.
Mynd 12: Fv: Anna Róin, Judith Róin, Helma Midjord, Lena Eliasen, Jansy Jacobsen og Ingun Rustin.
Nær og hvar?
Mynd 13
Mynd 14: Kvinnurnar spæla dyst í Fløtugerði.
Nær og móti hvørjum?
Mynd 15: ÍF vitjar Neistan í Havn í 1951.